Heidi Zilmer hevur nógvar uppgávur í løtuni. Tapet hongur í fleiri rekkjum á verkstaðnum, og ein kvinna situr og málar á gulltapet:
– Hetta er ein uppgáva, sum eg havi havt í eina tíð og tíverri ikki havt stundir at gera lidna sjálv, sigur hon, og sipar til kvinnuna, ið hjálpir henni at mála tapet. Kvinnan er von við at mála mega mussel malet fyri Royal Copenhagen.
Heidi hevur eisini tvey fólk í starvsvenjing, og tann eina hevur síðsta arbeiðsdag tann dagin, eg vitjaði Heidi – tíverri, sigur hon. Hóast tað nógva virksemið á verkstaðnum, hevur Heidi givið sær stundir at tosa við meg.
Heidi er smílandi og sera fyrikomandi. Hon bjóðar mær inn í køkin hjá sær og gevur mær kaffi og nakað leskiligt aftur við, so eg kenni meg so vælkomnan. Heidi fortelur glað, at hon hevur havt nógvar gestir í seinastuni. Eitt av børnunum hevur havt 18 ára føðingardag, og tað hava tey feirað nakrar ferðir.
Ein merkir, at familjan hevur nógv at siga fyri Heidi, og fyri ikki so langari tíð síðani gjørdist familjan hjá Heidi nógv størri, tá ið hon fann sínar grønlendsku røtur. Mamma hennara var einans 19 ára gomul, tá hon fekk Heidi. Pápin, ið er grønlendingur, var farin aftur til Grønlands, áðrenn hon varð fødd.
Fyri nøkrum árum síðani fekk hon samband við sína grønlendsku familju. Tann eini beiggin er ikki fyri so langari tíð síðani fluttur at búgva bert fimm minuttir frá Heidi, og eg kenni á henni, hvussu glað hon er fyri tað.
Fremsti tapethandverkarin í Danmark
Sum nevnt, so er Heidi ein tann – um ikki tann – fremsti tapethandverkarin í Danmark. Tá størri umvælingar skulu gerast á eldri bygningum, verður tað lagt í hennara hendur at endurgera tapet. Hetta krevjandi arbeiðið er hennara serøki.
Áhugin at umvæla hús og íbúðir er nakað, sum Heidi altíð hevur havt stóran áhuga fyri, og mong vinfólk hava fingið ágóðan av hesum. Hóast hon upprunaliga ætlaði at útbúgva seg sum kosmetolog, og var har ein dag, so vann áhugin fyri handverki og umvæling á smyrslinum. Hon fór at læra til málara og fekk sveinaprógv í 1998. Hennara fak er nakað, ið hon er stolt av og leggur stóran dent á, tá hon skal greiða frá um seg sjálva. Hon hevur tikið fleiri eftirútbúgvingar innan fakið og hevur seinnu árini vunnið sær serkunnleika innan tapet. Í 2009 byrjaði hon sítt egna virki í Boulstrup uttan fyri Odder.
Søgan um tapet
Orðið tapet kemur frá griskum, tapes, ið merkir teppi. Tapet hevur eina langa søgu, men tó var tað bert fólk av tí frægara slagnum, sum høvdu tapet á vegginum. Heidi greiðir frá, at tað fyrsta ein veit um tapet, vóru vovin teppir, sum hingu á vegginum hjá fúrstum, yvirstættini og stórbóndum.
Tað var luksus at hava tapet á vegginum. Tað fínasta var at hava velour ella silki á vegginum. Seinni kom leður, sum var málað við gulli, silvuri og og oljulitum. Uppaftur seinni varð tapet málað á lørift, og í endanum av 1700-talinum komu tey fyrstu pappírstapetini.
Fyri øll rák
Heidi brúkar síni góðu innlivingarevnini, tá ið hon arbeiðir. Hon hevur ongantíð fylgt nøkrum ráki, men er sum oftast framman fyri tey. Heidi greiðir frá, at tað ikki er so gott bara at hava hvítar, berar veggir. Vit mugu hava okkurt vakurt á vegginum, sum eygað kann hvíla á.
Eitt rák, sum er serliga frammi júst nú, er, at alt skal kunna nertast og kennast. Vit skulu vekjast, og allir sansirinir hjá okkum skulu í brúk. Hesum hevur Heidi arbeitt við í langa tíð, tapet er jú sera taktilt.
Hon er eisini byrjað at koyra náttúrligan lukt á tapetið. Hon vísir mær eitt flott tapet, ið er handfoldað sum ein kakkul við einum anga av piparmynt. Hetta er nakað nýtt, hon hevur funnið uppá, og er ávegis til Holland at selja hetta tapetið.
– Mátin eg arbeiði við tapet uppá er nakað heilt serligt og als ikki tann sami, sum størri tapetfyritøkur gera. Tapetini hjá mær eru foldaði og málaði við hond, tí eg vil arbeiða við nøkrum unikkum, sigur Heidi.
Tað finnast fleiri dugnaligar fyritøkur, sum gera flott tapet í stórum mongdum. Heidi ger uppgávur eftir bílegging, og tapet hennara kunnu bert keypast frá henni.
Staðið fyri stórum umvælingum
Heidi Zilmer er serliga kend í Danmark fyri at hava staðið fyri at umvælt kendar, gamlar bygningar, m.a. Mejlborg í Århus, sum var fyrsta stóra verkætlanin hjá henni, Moltkes Palæ í Keypmannahavn, harragarðurin Gammel Estrup, húsið hjá Poul Henningsen arkitekti og sniðgeva og Aarhus Teater.
– Tað er eitt stórt privilegium fyri meg, at eg kann koma út í so flott og vøkur umhvørvi at arbeiða. Har fái eg eisini nógvan íblástur, tí eg síggi nakrar teknikkir, sum eru fleiri 100 ára gamlir og hugsi altíð, hvussu kann eg nýhugsa hetta og brúka tað í mínari fyritøku og arbeiði, ja gera tað meiri stramt, meiri moderna og listarligt, sigur Heidi.
Heidi sigur, at tað gevur henni orku at arbeiða í søguligum bygningum og bókstavliga hava hendurnar í barokk- og rokoko-tíðini. Harragarðurin Gammel Estrup er frá renesansuni og hevur eina 600 ára gamla søgu. Í hvørjum einasta rúmi finst ein søga, einar dyr sum lata seg upp og fortelja eina søgu við tapeti og litum.
Mynd: Heidi fekk íblástur til hetta mynstrið, tá hon var á lestrarferð í Tokyo. Á hesi ferðini sá hon nógv norsk bindingarmynstur á sokkum á tí kendastu trendgøtuni í Tokyo, og nýtti tað sum frymil til hetta tapetið
Vil sniðgeva fyri fyritøkur
Í løtuni hevur Heidi fokus á sína egnu fyritøku og sítt egna snið.
– Eg ætli mær at gera snið fyri aðrar designfyritøkur. Tey mynstrini, eg brúki til tapet, kunnu eisini brúkast til seingjarklæði, dúkar, tallerkar, koppar og so framvegis. Eg havi havt eitt gott samstarv við elligomlu donsku tekstilfyritøkuna Juna, sigur Heidi.
Hon er eisini í holt við at gera eina royalty-avtalu við eina aðra stóra danska fyritøku, og tað eru fleiri aðrar fyritøkur, sum liggja framvið, um Heidi kann gera nakað fyri tey.
– So beint nú geri eg snið fyri aðrar stórar fyritøkur. Tað gevur mær ein fíggjarligan tryggleika, tí eg veit, eg so kann vera her heima á verkstaðnum og menna meg, sigur Heidi.
Einki er sum heima
Júst sum vit sita og tosa, skínur sólin so flott inn í køkin hjá Heidi, og hon kemur at hugsa um, at náttúran beint uttan fyri hjá henni gevur nógvan íblástur.
Heidi ferðast nógv, millum annað til New York, Kina, Japan og Paris, men einki er sum at koma heim til sín sjálvs.
– Eg elski kensluna av stórbýnum, men tá ið eg komi heim, fái eg eina kenslu av ró. So koma øll hugskotini undan kavi av tí, eg havi upplivað úti í tí stóru verð. Her er so deiliga friðarligt, bara seta seg niður, anda djúpt, drekka ein kopp av kaffi og fara í gongd við eina uppgávu, tá ið løtan kennist røtt, sigur Heidi.
Mynd: Tapetið hjá Heidi og P.H. lampa
Verður funnin
Hóast Heidi hevur valt at búseta seg langt úti á landinum, sum tað verður nevnt, so sigur hon við einum stórum smíli, at fólk finna fram til hana her. Kendar fyritøkur koma ofta á vitjan hjá henni, og fólk frá ymiskum designskúlum standa í bíðirøð fyri at koma í starvsvenjing hjá henni.
Fyri nøkrum árum síðani setti fyritøkan Louis Poulsen seg í samband við hana. Tey høvdu lagt til merkis, at hon hevði gjørt eitt tapet, sum hevði teirra víðagitnu P. H. lampu við í mynstrinum. Heidi hevði sett lampuna inn í tapetið við 22 karat gulli. Fyrst gjørdist hon eitt sindur kløkk og bangin og hugsaði, um hon hevði gjørt nakað skeivt, og tey nú vildu koma eftir henni. Men nei, tey vóru so fegin um tað, sum hon hevði gjørt og spurdu, um hon ikki vildi vera við í kataloginum hjá teimum fyri 2015 og 2016.
Louis Poulsen fyritøkan kom á vitjan í Boulstrup ein heilan dag. Tey avgjørdu at gera eitt samstarv, sum Heidi er sera glað fyri.
– Tað var stórt hjá mær at standa ímillum allar tær kendastu lampurnar í Danmark, sigur Heidi.
Júst sum katalogið hjá Louis Poulsen kom út, spurdu tey eisini Heidi, um hon ikki vildi styla framsýningarhølið hjá teimum í Keypmannahavn. Tað var ein gyltur møguleiki, sum hon ikki kundi siga nei til. Í eitt heilt ár kundu øll koma á gátt í hølunum hjá Louis Poulsen og síggja tað flotta tapethandverkið hjá Heidi Zilmer.
Næmingar vilja læra av henni
Næmingar frá designskúlum koyra eisini langt fyri at koma í starvsvenjing hjá Heidi.
– Júst nú havi eg ikki møguleika at bjóða teimum nakra løn, men eg kann geva teimum alt tað, eg havi lært á mínari leið. Tað hevur nógv at siga fyri meg, at eg kann læra frá mær, sigur Heidi
Heidi er ikki stórlátin. Hon sær seg enn sum ein lærling, sum hevur nógv at læra. Eg má minna hana á, at hon er ein av teimum stóru lærumeistarum, tá ið fólk kom til hana at fáa sær vitan og íblástur.
Gyllir metallir
Í 2012 byrjaði Heidi at arbeiða við at gylla við metallum so sum gull, silvur, kopar, messing og aluminium. Hesi metallir kunnu bankast, so tey gerast gjøgnumskygd.
– Bæði víkingar og egyptar hava nýtt tað at banka til dømis gull. Tað gerst so bleytt sum klæði, og tað er gjørligt at arbeiða við tí á ein nýggjan hátt. Eg gerist heilt sæl av at arbeiða við metallum, tí tað er so sansandi at arbeiða við, greiðir Heidi frá.
Hon sigur, at ein gerst heilt eyðmjúkur av at arbeiða við slíkum rávørum, sum fólk hava vunnið út úr náttúruni. Hon heldur tað vera tað reina luksus at arbeiða við hesum rávørum, og hon vil gjarna geva fólki møguleikan at hava hetta luksus heima hjá teimum.
Heidi sigur, at fyrr í tíðini hevur man brúkt nógv at gylla í teimum fínasta heimum og slottum, so nú roynir hon at gera hetta eitt sindur meiri nútíðarhóskandi.
Tað er tekniskt ógvuliga torført at arbeiða við gylling í tapetmynstri. Hon byrjaði at arbeiða við hesum hátti langt áðrenn rákbylgjan við kopari og messing herfyri byrjaði at gera um seg.
Heidi sigur, at tað ofta vísir seg, at tað, hon hevur arbeitt við eina tíð, brádliga gerst eitt rák.
Norðurlendski siðarvurin
Heidi brúkar síni innlivingarevnir, tá ið hon arbeiðir, og hon heldur, at hon dugir betur til hetta, eftir at hon hevur fingið samband við sínar grønlendsku røtur.
– Eg eri farin at trúgva meiri upp á tað, sum kenst rætt, eftir hetta, sigur hon.
Heidi heldur, at um Claus Meyer kann gera tann norðurlendska køkin kendan úti í heiminum, og fáa fólk at eta bjarnarleyk (ramsleyk), so kann hon eisini gylla ókrútsblómur á tapet. Kornblómur, sum vit als ikki vilja hava í havanum, dámar henni serliga væl at mála. Hetta var áðrenn Flora Danica bókin kom út aftur í 2014.
– Tað heilt stóra rákið júst nú er at fáa náttúruna inn í heimið, og eg havi leingi málað blómur á metallplátur, sum veggprýði til heimið hjá okkum, sigur Heidi við einum brosi.
Vil vera mennari
Júst nú arbeiðir Heidi við handfoldaðum tapetum, sum er eitt serliga sansiligt og serstakliga flott hondverk.
Eg havi sæð tey flottu handfoldaðu tapetini hanga í verkstaðinum hjá henni. Tapetini síggja út sum tað flottasta klædnaplaggið. Heidi er helst tann einasta í verðini, sum arbeiðir á henda hátt við tapeti.
Sjálv arbeiðsgongdin at hava tíð at royna nakað nýtt og nýggjar teknikkir, hevur alt at siga fyri Heidi. Arbeiðsgongdin hevur størri týdning fyri Heidi enn tað endaliga úrslitið.
Heidi hevur sett sær sum mál, at í 2020 vil hon vera ein av teimum tíggju kendastu tapethandverkarunum í heiminum. Hon vil vera ein sum mennir, ein sum kemur við rákum.
FAKTA
- Heidi Zilmer er fødd í 1976. Hon er fødd og uppvaksin í Odder og býr eisini har um leiðir nú.
- Hon er útbúgvin málari í 1998. Hon var faklærari 2003-2012.
- Í 2009 kom Heidi við í viðurkenda altjóða felagsskapin fyri dekoratiónsmálarar, Salon – the gathering of Master Painters.
- Hon hevur havt sítt egna virki síðani 2009.
- Í 2015 varð hon tilnevnd til Design Award í flokkinum Ársins Listahandverkari 2015.
Mynd: Heidi arbeiðir við gylling, sum hon festir í tapetini. Hetta tapetið, við kendum donskum designlutum, gjørdi, at hon fekk samstarv í lag við Louis Poulsen