Ongi úrslit

Tann størsta røddin innan soul-tónleikin er tagnað

Í dag bórust boðini um at Aretha Franklin hevði drigið seinasta andan, 76 ára gomul

Ingi Samuelsen
Í gjár kl. 18:47

Amerikanska sangarinnan, Aretha Franklin, sum í dag doyði, 76 ára gomul, í heimi sínum í Detroit, var eitt orkuverk, tá tað kemur til sang.

Aretha Franklin varð fødd 25. mars 1942 í Memphis, Tennessee, men sum smágenta flutti hon vil familjuni til Detroit, Michigan, har pápin, C. L. Franklin, gjørdist prestur í New Bethel Baptist Church.

Sanggávurnar vóru góðar longu frá barnaárum og longu sum tannáringur var hon sangari burturav, mest í kirkjuligum samanhangi.

Fyrsta fløga hennara, ein gospelfløga, kom í 1956. Tannáringaárini vóru helst ikki so løtt hjá henni. Hon gjørdist við barn sum 12 ára gomul, og sum 14 ára gomul var hon mamma at tveimum børnum. Men omman tók sær av børnunum, so Aretha kundi fáa gongd á lívsleiðina sum sangari.

Gjøgnum sekstiárini komu fleiri útgávur við henni, og tað var serliga við plátuni ”Lady Soul” frá 1968, at hon veruliga gjørdi vart við seg. Heitið ”Queen of Soul” varð knýtt at henni og fylgdi henni alt lívið. Eingin omanfyri og eingin undir liðini á henni.

Sangurin, sum gjørdi hana kenda kom eitt ár frammanundan á plátuni ”I Never Loved a Man the Way I Love You”. Talan er um ’Respect’, sum Otis Redding skrivaði.

Aretha Franklin var fyrsta kvinnan, sum fekk limaskap í Rock & Roll Hall of Fame – tað var i 1967.

Hon gav út 42 plátur og fløgur, og seldi minst 75 milliónir eintøk. Ikki færri enn 44 ferðir varð hon tilnevnd eina Grammy virðisløn, og 18 ferðir gjørdist hon vinnari.

Ein av Grammy virðisløntu sangum hennara var ein duett saman við George Michael, sum tey bæði sungu inn í 1986, og sum eisini var størsta handilsliga succesin hjá henni.

Ein annar Grammy-vinnari var Chain of Fools frá 1968. Sangurin fekk tann stóra heiður at vera ljóðteppi til eina minniliga dansisenu hjá John Travolte í filminum ”Michael”, har hann spælir eingil:

Ein minnilig framførsla hjá Aretha Franklin var, tá Barack Obama, forseti, varð settur í embætið í 2009

Tiltikin er eisini løtan, tá táverandi Obama forseti mátti turka eitt tár úr eygunum av hennara ávum. Hetta var tá Aretha Franklin í 2015 kom á pallin, settist við klaverið og sang (You Make Me Feel Like) A Natural Woman. Talan var um eitt show til heiðurs fyri Carol King, sum skrivaði sangin til Arethu saman við Gerry Goffin.

Aretha royndi seg eisini við opera, til dømis, tá hon traðkaði til í staðin fyri Luciano Pavarotti fyri at syngja Nessum Dorma

Seinasta fløgan kom í 2017 har hon syngur saman við Royal Philharmonic Orchestra. Talan er um eldri upptøkur av Arethu Franklin, sum kongaliga orkestrið hevur tónasett av nýggjum.

 
Ein rørd Aretha Franklin í 2005. Hon hevur júst fingið hægstu amerikansku viðurkenningina, The Presidential Medal of Freedom, frá George W. Bush, forseta (Mynd: EPA)

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

16. sepember kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18