Tann størsta av øllum takkar fyri seg

Á Tórsvølli í dag takkar Rannvá B. Andreasen fyri seg, eftir at hon í 29 ár hevur spælt í bestu deildini

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo
Jóannes Hansen
14. oktober 2023 kl. 13:51

Tá ið KÍ kvinnurnar nú klokkan 15 fara á Tórsvøll at spæla ársins síðsta landskappingardyst er talan um serligan dyst fyri ein av KÍ spælarunum.

Tað er Rannvá B. Andreasen, sum síðani í 1995 ella í 29 ár hevur verið við í bestu landskappingini. Í mong ár var hon profilur bæði í heimligu kappingini og eisini á landsliðnum.

Tølini siga, at avrikini hjá Rannvá B. Andreasen hava verið heilt serlig. Í dag fer hon á vøllin fyri 673. ferð í týdningarmiklum dysti, og undan dagsins dysti hevur hon skorað 754 mál. 561 av málunum eru skorað í 448 landskappingardystum í bestu deildini.

Nógv vatn er runnið í ánni, síðani Rannvá fyrstu ferð var á besta KÍ liðnum. Tað var sambært faroesoccer.com 14. mai í 1995, tá ið Rannvá var 14 ára gomul. Ta ferðina vann HB 11-0 í Gundadali. Í dag fær KÍ fyri 29. ferð við Rannvá á liðnum handað FM steypið, og hon hevur verið við til at vinna steypakappingina og greipuna 16 ferðir.

Síðani tíðindini í morgun vóru borin á nordlysid.fo um, at dysturin í dag verður tann síðsti hjá Rannvá á besta liðnum, eru tað nógv, ið hava givið til kennar, hvussu stinn hon hevur verið sum fótbóltsspælari, hvussu góð evni hon hevur víst, og hvussu góður hugburðurin hevur verið. Bæði í KÍ leguni og frá øðrum feløgum eru heilsur veittar.

Sambært nordlysid.fo fer Rannvá nú undir A venjaraútbúgvingina. Hon hevur í fleiri ár verið vernjari hjá yngru KÍ liðunum.

Betri Deildin

448

561

Steypakappingin

101

126

Europa meistarakappingin

56

16

Landsdystir

56

27

Óalmennir landsdystir

11

24

672

754