Tann seinasti franski D-dag hermaðurin er deyður
Leon Gautier bleiv 100 ára gamal nú hann andaðist
Ragnar Sjúrðarson
3. juli 2023 kl. 17:30
100 ára gamli Leon Gautier, sum var tann seinasti franski hermaðurin, ið yvirlivdi D-dagin, er deyður. Hetta upplýsa lokalu myndugleikarnir, skrivar Ritzau.
Gautier var ein av teimum 177 fronsku hermonnunum, ið luttóku saman við teirra sameindu í innrásini av Normandínum í juni 1944.
Eftir kríggið bleiv Gautier ein undangongumaður fyri friði. “Man drepur menniskju frá hinum partinum, sum aldrin hava gjørt nakað móti tær. Sum hava familjur og børn. Til hvørja nyttu?”, segði hann til hátíðarhaldi av sínum 100 ára føðingardegi.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, lýsir Gautier sum eina “frælsishetju”.
- Vit fara aldrin at gloyma hann, skrivar Macron á Twitter.