Fleiri stór nøvn, so sum Doja Cat, SZA og Foo Fighters, eru longu kunngjørd á stóra danska tónleikafestivalinum, Roskilde Festival, sum á hvørjum árum savnar yvir 100.000 tónleikaáhugaði.
Nú er eitt føroyskt navn lagt afturat skránni, tí í gjár kunngjørdi festivalurin sokallaðu First Days skránna, har Tamara er eitt av teimum 42 tónlistafólkunum, ið skulu framføra. Hetta eru bólkar ella einstaklingar, sum spæla fyrstu dagarnar av festivalinum.
Fyrr í ár framførdi Tamara til Vegas Udvalgte, sum er eitt tiltak, ið gevur spírandi tónleikarum høvi at vísa seg fram. Har fekk hon sera góð skotsmál frá danska miðlinum Soundvenue.
- Eg sá Tamaru á Spot festivalinum í 2023, og tá var eg ikki serliga hugtikin. Men shit, har er hent nógv síðani í fjør, skrivar Kjartan F. Stolberg frá Soundvenue.
- Hennara rødd hevur altíð verið bergtakandi, og sangskrivingin hevur altíð verið góð. Munurin á Tamaru frá 2023 og 2024 er bara tann, at hon nú hevur megnað at pakka sínar sangir inn í eina framførslu, sum lyftir teir á eitt heilt nýtt støði.
Tamara til Vegas Udvalgte (Mynd: Thomas Rasmussen/Soundvenue)
Roskilde Festivalurin í ár er í døgunum 29. juni - 6. juli.