Seinasta umfar í landskappingini í vetur verður nú leygardagin. Tá bresta oddaliðini saman í røttum finaludysti. Havnarmenn hava otað seg eitt stig framum vágamenn, men undir øllum umstøðum verður tað liðið føroyameistari, sum vinnur dystin. Endar dysturin javnur, er Havnin føroyameistari.
Endabresturin verður skipaður sum stórt felagsumfar í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Allir dystir í øllum fýra deildum verða undir somu lon. Byrjað verður klokkan 11 fyrrapartin.
FM 2021. Sandavágs Talvfelag eftir FM-sigurin í fjør. F.v.: Ingi Wiberg, Jón Gregersen, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen og Torkil Nielsen. Silas Eyðsteinsson restar á myndini.
FM 2020. Havnar Telvingarfelag vann meistaraheitið í 2020 eftir stórsigur á Sandavágs Talvfelag í seinasta umfari. Manningin er framvegis tann sama. F.v.: Carl Eli N. Samuelsen, Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen og Sjúrður Thorsteinsson.
Tvídysturin
Hesi seinnu árini hava talvfeløgini í Sandavági og í Havn togast um FM-heitið sínamillum. Einki annað felag hevur staðið teimum kurl hesi árini.
Sandavágs Talvfelag var upprunaliga eitt sokallað elevatorlið, sum ferðaðist millum 1.- og 2. deild. Torkil Nielsen skaraði framúr á liðnum. Tveir synir hansara teljast nú millum allarfremstu telvarar í landinum, og saman mynda teir tríggir kjarnuna í hesum sterka talvliði. Fyrstu árini høvdu teir aðrar aftrat sær, men nú eru bara sandavágsmenn á liðnum.
Fyrsta FM-heitið vann Sandavágs Talvfelag í 2011, og síðani hevur gingist soleiðis:
FM 2011-2021
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
FM-sigrar í alt (1971-2021)
HT 24 (Havnar Telvingarfelag)
KTF 8 (Klaksvíkar Talvfelag)
ST 7 (Sandavágs Talvfelag)
VT 6 (Vestmanna Talvfelag)
KT 4 (Kollafjarðar Talvfelag)
TT 1 (Tofta Talvfelag)
TFS 1 (Talvfelagið Streymur)
Hvør vinnur?
Tað er altíð torført at spáa um úrslitið, tá ið so jøvn lið kappast. Tá liðini møttust í fyrra sínamillum dystinum í fimta umfari í vetur, vunnu vágamenn 2½-1½. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen vann og gjørdist sigursharri í dystinum, tí á hinum trimum borðunum endaði javnt.
Eftir styrkitølunum hava havnarmenn munin. Er havnarliðið fullmannað, hava tríggir á fýra borðum hægri styrkital enn mótstøðumenninir. Men sandavágsmenn tykjast at eiga í sær ein stríðsvilja og kappingarmoral, sum javnar ratingmunin.
Somu fýra telvarar hava mannað 1. lið hjá Sandavágs Talvfelag í øllum níggju umførum í vetur. Einki forfall hevur verið hjá nøkrum, hóast fleiri eru virknir fótbóltsspælarar.
Hjá Havnar Telvingarfelag eru fleiri, ið skiftast. Martin Poulsen og Olaf Berg, sum eru nummar tvey og trý á havnarliðnum, hava verið heldur ódrúgvir, tí arbeiðið leggur teimum meinbogar í vegin. Annar er á sjónum, og hin undir sjónum. Martin er við fiskiskipi sum maskinmeistari, og Olaf stendur fyri el-arbeiðinum í Sandoyartunlinum. Eingin veit tí nakrantíð við vissu, hvussu liðið verður mannað. Í teimum níggju dystunum higartil, er tað bara tvær ferðir, at fýra teir fremstu á styrkilistanum hjá Havnar Telvingarfelag, hava mannað 1. lið.
John Arni spøkir
Hóast vágamenn hava havt somu manning í øllum dystum í vetur, hava teir kortini møguleikan at styrkja seg til hendan seinasta dystin. Føroyski altjóða meistarin John Arni Nilssen hevur nú í tvey ár staðið á teirra styrkilista, men enn eigur hann fyrsta dystin til góðar fyri Sandavágs Talvfelag.
Spurningurin er nú, um hetta er lagaliga løtan hjá vágamonnum at fáa skopuningin heim til dystin í einari roynd at endurvinna meistaraheitið. John Arni hevur búð í Danmark síðani 1992. Fyrstu árini telvaði hann í barndómsfelagnum Róki í Skopun, men í 1991 kom hann upp í Havnar Telvingarfelag, og var fastur á 1. liði tann veturin. Hann telvaði hendinga dystir við havnarmonnum í árunum eftir tað. Seinni kom hann upp á listan hjá Klaksvíkar Talvfelag, men hann var ongantíð í Føroyum og telvaði við klaksvíkingum.
Fleiri munnu bíða spent at vita, um John Arni verður trumfurin hjá vágamonnum leygardagin. Um so er, situr hann á triðja borði - aftanfyri brøðurnar Rógva og Høgna. Livst, so spyrst.
Úrtøkan higartil
Støðan í 1. deild fyri seinasta umfar leygardagin er henda:
1. Havnin 28½
2. Sandavágur 27½
3. Klaksvík 17
4. Havnin B. 15
5. Klaksvík B. 11
6. Vestmanna 9
10. umfar:
Sandavágur - Havnin
Klaksvík - Havnin 2
Vestmanna - Klaksvík 2
Úrtøkan hjá telvarunum á teimum báðum oddaliðunum er henda:
Havnin
1. Helgi Dam Ziska 7½/8
2. Martin Poulsen 3/3
3. Olaf Berg 5/6
4. Carl Eli Samuelsen 5/8
5. Sjúrður Thorsteinsson 2/3
6. Luitjen Akselsson Apol 5/7
7. Hjalti Toftum Jógvansson 1/1
Sandavágur
1. Rógvi Egilstoft 7/9
2. Høgni Egilstoft Nielsen 9/9
3. Silas Eyðsteinsson 5½/9
4. Torkil Nielsen 6/9
Beinleiðis á netinum
Talvsamband Føroya arbeiðir við, at sent verður beinleiðis frá teimum fýra borðunum í FM-finaludystinum millum Havnina og Sandavág. Og gongst sum ætlað, verður frásøgn eisini knýtt at transmissjónini.
Kelda: Suni Merkistein/Talvsamband Føroya