Talufrælsið í Danmark stendur fyri skotum

Tað, sum byrjaði við einum mótmæli, endaði við eldásetingum, herverki og bardøgum millum løgregluna og mótstøðufólki hjá Paludan. Kjarnan í málinum er talufrælsið, sum nú skal standa sína roynd í praksis.

Hergeir Staksberg
17. apríl 2019 kl. 13:30

Seinastu dagarnar hevur talufrælsið staðið fyri skotum í Danmark. Alt byrjaði við, at høgravendi islamkritikkarin Rasmus Paludan helt eina mótmælisgongu á Blågårdsplads á Nørrebro. Eftir fáar minuttir mátti løgreglan avbróta mótmælið, tí Paludan bleiv álopin av mótstøðufólki

Tað, sum byrjaði við einum mótmæli, endaði við fleiri eldásetingum, herverki og bardøgum millum løgregluna og mótstøðufólk hjá Paludan. Kjarnan í málinum er talufrælsið, sum nú skal standa sína roynd í praksis.

(Løgreglufólk fáa tamarhald á álopsmanninum hjá Paludan. Mynd: Stram Kurs)

Løgreglan setir bann í verk
Eftir hendingina á Blågårdsplads hevur Paludan fingið fyribils mótmælisbann í fleiri kommunum. Mogens Lauridsen, sum er politiinspektørur hjá Vestegnens Politi, grundgevur soleiðis fyri fyribils banninum:

- Vit halda leypandi eyga við støðuni, og nú hava vit so eftirmett støðuna. Niðurstøðan hjá okkum er, at mótmælisgongan er til vanda fyri bæði tann almenna friðin og trygdina hjá Rasmus Paludan, sigur Mogens Lauridsen.

( Paludan ávegis til Blågårdsplads. Mynd: Stram Kurs)

Paludan: – Løgreglan er við til at oyðileggja demokratiið
Tað fall ikki í góða jørð hjá Paludan, tá hann fekk at vita, at hann ikki slapp at mótmæla:

- Hetta er ein fasistisk avgerð. Sjálvandi er orsøkin, at fleiri løgreglufólk vilja hava páskafrí. Tey vilja heldur sita heima við teirra páskaharu, enn at syrgja fyri friði og lógarskili […] løgreglan er við til at oyðileggja demokratiið og grundlógina, sigur Rasmus Paludan.

… og Paludan heldur fram:

- Københavns Politi eru nakrir dovnir ræðuskítar […] Hetta er at halda fólkið fyri gjøldur, tá løgreglan tekur talufrælsið frá okkum, leggur Paludan afturat.

(Søren Pape Rasmussen, justitsministari. Mynd: Konservative)

Søren Pape Rasmussen: - Paludan koyrir samfelagið í tvíningar
Danski justitsministarin, Søren Pape Rasmussen, hevur eina greiða meining um málið:

- Paludan koyrir okkara samfelag í tvíningar, og tað er tað einasta, hann ynskir. Hesi fólkini, sum brenna bál á gøtunum, eru bara hentir idiotar hjá manninum. Eg skiliji ikki, at tey ikki hava meir millum oyruni, og ikki sjálvi duga at síggja tað […] og mann má eisini verða fullkomuliga svakur í heysinum, tá mann kastar við steinum og øðrum eftir løgregluni. Tað er jú ikki normalt, sigur Søren Pape Rasmussen

Sambært Pape er tað ógvuliga einfalt:

- Eg vil heita á tann partin av fólkunum, sum megna at hugsa tveir samanhangandi tankar: Haldið tykkum vekk frá hansara mótmælisgongum. Latið vera við at geva honum uppmerksemi. Latið hann standa har upp á sín egna merkiliga og ússaliga hátt, sigur Søren Pape Rasmussen.

(Ein hondgranat var funnin á Blågårdsplads í samband við mótmælið. Mynd: Shutterstock)

Hondgranatir, skotvápn og talufrælsið
Vit hava sostatt eitt stríð millum Paludan og illir muslimar á einari síðu, meðan vit hava politikarar og løgregluna, sum skulu taka dagar millum talufrælsið og trygdina hjá fólkinum, á hinari síðuni.

Hóast Paludan hevur fingið fyribils mótmælisbann, so er stríðið millum Paludan og islam ikki liðugt. Paludan hevur fleiri ferð boðað frá, at ikki fer at steðga við sínum mótmælum, men at hann fer at halda fram við at mótmæla móti islam.

Aftur í dag fingu vit eina ábending um, hvussu eymt og eldfimt hetta evnið er. Í dag boða danskir miðlar frá, at ein 19 ára gamal maður er handtikin og varhaldsfongslaður í samband við mótmælið á Blågårdsplads. Maðurin er ákærdur fyri at hava gingið við skotvápni og hondgranat uppi á sær, tá mótmælið var hildið. Umframt, at sami maður skal hava skrivað: “Deyði yvir Paludan” undir ófriðinum á Blågårdsplads á Nørrebro.

Hvat heldur tú um støðuna í Danmark? Lat okkum hoyra tína meining. Tað er bara at viðmerkja niðanfyri.

* Les um, hvussu Paludan er vorðin partur av peningainnsavnan til Dansk Flygtningehælp HER