Talið av útbúgvingarlæknum setir met

54 læknar eru í útbúgvingarstørvum í Sjúkrahúsverkinum og Kommunulæknaskipanini í løtuni

Mynd: Heilsumálaráðið
Tíðindaskriv - Heilsumálaráðið
4. mars 2024 kl. 12:00

At talið av útbúgvingarstørvum setur met í ár, er millum annað úrslit av, einum miðvísum arbeiði at raðfesta og menna økið.

Leiðin at gerast serlækni er long. Eftir seks ára kandidatútbúgving, fer læknin undir víðari útbúgving at gerast serlækni. Fyrsta útbúgvingarstarvi er eitt KBU-starv á eitt ár, síðan eitt hálvt til eitt ár í intro-starvi og til seinast eitt høvuðsútbúgivnarstarv á fýra til fimm ár. Tað tekur í minsta lagi 12 ár at gerast serlækni.

Sum talið av føroyingum, ið lesa til lækna uttanlands, er økt seinastu árini, er eftirspurningurin eftir útbúgvingarstørvum til yngri læknar eisini øktur. Tað er at fegnast um, at stórur áhugi er millum tey lesandi at koma aftur til Føroyar eftir loknan lestur.

Játtan til útbúgving av yngri læknum er tvífaldað seinastu fimm árini. Hetta hevur hevur gjørt tað møguligt at økja talið av útbúgvingarstørvum í Sjúkrahúsverkinum, umframt at útbúgvingarstørv innan fleiri serlæknaøkir eru góðkend.

Royndir vísa okkum, at læknar, sum hava starvast í Føroyum undir útbúgvingini, varðveita knýti til Føroyar og hava lættari við at flyta aftur til Føroya eftir lokna serlæknaútbúgving.

Tað er ikki óvanligt, at tað kann taka upp móti 15 árum, at gerast serlækni. At fleiri læknar kunnu taka ein part av serlæknaútbúgvingini í Føroyum, tryggjar Sjúkrahúsverkinum eina framhaldandi tilgongd av serlæknum.

Útbúgvingarskipanin fyri yngri læknar hevur 22 ár á baki í ár, og eftirhondini eru útbúgvingarstørv góðkend innan nógvar sergreinar í Sjúkrahúsverkinum.

Um útbúgvingarstørvini

KBU-størv - KBU er stytting fyri Klinisk basisuddannelse, og er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum. Í løtuni eru 17 KBU-læknar í útbúgvingarskipanini.

Intro-størv – Intro-starv, er eitt innleiðslustarv til eina ávísa sergrein, har læknin nemur sær størri kunnleika til sergreinina. Áðrenn farið verður undir serlæknaútbúgvingina, skal læknin hava verið í intro-starvi í sergreinini í ½ til eitt ár. 18 læknar eru í intro-størvum í løtuni.

Høvuðsútbúgvingarstørv og deild høvuðsútbúgvingarstørv – Eitt høvuðsútbúgvingarstarv, er síðsta stigið á yrkisleiðini at gerast serlækni innan ávísa sergrein.

Síðan skipanin varð sett í verk í 2002, hevur verið møguligt at tikið serlæknaútbúgvingina til kommunulækna í Føroyum, tað vil siga serlækna innan almen medisin. Tilsamans 37 kommunulæknar eru útbúnir í Føroyum. Í løtuni eru 13 kommunulæknar undir útbúgving.

Møguleiki er eisini fyri at taka partar av høvuðsútbúgvingum innan aðrar sergreinar í Føroyum. Hetta verður í hvørjum einstøkum føri gjørt eftir avtalu við onnur universitetssjúkrahús. Í løtuni eru seks deild høvuðsútbúgvingarstørv sett í Føroyum.