Seinasta ársuppgerðin vísir, at talið av kníválopum í Onglandi og Wales er hækkað við 21 prosentum.
Bara í 2018 eru í minsta lagi 20 fólk dripin av knívum. Frá oktober 2016 til september 2017 doyðu uml. 80 fólk av knívastingarí í London. Tað vísir seinasta ársuppgerðin hjá løgregluni.
Í 2017 vóru skrásett 37.443 kníválop í Onglandi og Wales, ið svarar til fleiri enn 100 álop um dagin. Tað er ein hækking á 21 prosent í mun til árið fyri.
Sjikana og forfylging eru hækkað við 36 prosentum, stuldur við 29 prosentum, og vápnaálop við 20 prosentum.
Stungin 9 ferðir
19 ára gamli Dillon Willis varð álopin við knívi eitt kvøldi, tá hann gekk túr við einari gentu.
“Eg varð fyrst stungin í armin,” minnist hann. “Eg fekk í alt 9 knívsár, tað seinasta í ryggin, men tað eydnaðist mær at rýma. Meðan eg rann, misti eg nógv blóð og mátti flytast á sjúkrahúsið við tyrlu,” sigur hann við DR. “Var eg komin tveir minuttir seinni, hevði eg doyð”.
Dillon Willis heldur ikki, at løgreglan ger nakað við hendan trupulleikan.
“Býrt tú í skeiva grannalagnum, verður tú roknaður sum ein fíggindi,” sigur hann.