Náttina til mikudag hava harðrendur palestinar skotið yvir 100 rakettir frá Gaza móti Ísrael. Samstundis hava ísraelsk stríðsflogfør flogið yvir Gaza og framt hundraðtals av loftálopum.
Reuters tíðindastovan skrivar, at talið av deyðum nú er komið upp á 35-40 í Gaza og fimm í Ísrael – sum eru teir harðastu bardagarnir millum partarnar síðani 2014.
Eitt av álopinum hjá Ísrael gekk útyvir eini fjølbýlishús í 12 hæddum, sum rapaði. Íbúgvarnir høvdu stutt undan fingið boð um at fara úr bygninginum. Hamas hevði kontór í bygninginum. Hamas er islamistiska rørslan, ið hevur ræði yvir Gaza.
ST ávarar um kríggj
At stríðið harðnar millum Ísrael og Hamas kann enda við einum kríggi millum partarnar.
Soleiðis ljóðar ávaringin frá tí útsenda hjá ST í Miðeystri, skrivar Ritzau.
Tor Wennesland, sum er tann útsendi fyri ST, heitir á partarnar at halda uppat við rakettálopunum í stundini.
- Støðan útviklar seg til eitt kríggj, um einki verður gjørt nú, sigur Wennesland og leggur afturat:
- Prísurin fyri einum kríggi í Gaza er oyðileggjandi, har tað verða tey vanligu fólkini, ið koma at gjalda hægsta prís. ST arbeiðir við allar partar um at fáa viðurskiftini aftur í rætt lag. Steðgið ófriðin nú, eru boðini frá ST-umboðnum.
Wennesland varð útnevndur sum serligur samskipari í desember, har hann virkar sum ovasta umboð fyri aðalskrivaran í ST, António Guterres, í øllum politiskum og diplomatisku strembanum at fáa frið millum palestinar og ísraelsmenn.
Trygdarráðið hjá ST skal hava fund um støðuna í dag, men við seinastu útsøgnini hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, har hann ávarar um, at stríðshugaðir palestinar koma til at gjalda ein “høgan prís” fyri rakettálopini, verður torført hjá ST at fáa viðurskiftini aftur í rætt lag her og nú.
Netanyahu hevur náttina til mikudag kunngjørt undantaksstøðu í býnum Lod og hevur sent herlið til býin, tí væntandi verður meira ófriður har, skrivar BBC.
Ófriðurin seinastu dagarnar eru tær ringastu millum Ísrael og Hamas, síðani kríggið í Gaza í 2014.
Spenta støðan í Jerusalem
Harðskapurin kemur í kjalarvørrinum av spentu støðuni í Jerusalem, har løgreglan í Ísrael og mótmælandi palestinar dagliga eru stoytt saman í og umkring gamla býin í Jerusalem, sum er heimstaður fyri fleiri átrúnaðarlig støð fyri jødar, kristin og muslimar.
Samanbrestirnir byrjaðu fyri einum mánað síðani, tá Ísrael avgjørdi at forða palestinum at samla seg í byrjanini av heilaga mánaðinum hjá muslimum, Ramadan.
Eftir at hesin ófriðurin næstan hevði lagað seg, brast aftur ófriður á, eftir at nakrar palestinar vórðu riknir út úr húsum sínum í eystara parti av Jerusalem.