Í fjør fingu 42 kvinnur fosturtøku í Føroyum. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Hetta er størsta talið á fosturtøkum síðani 2009, tá ið 51 kvinnur fingu fosturtøki.
Í fjør Annars hevur talið á fosturtøkum ligið frá nøkrum og 20 fosturtøkum um árið, til nakrar og 30. Lægsta talið á fosturtøkum var í 2017, tá ið tað bara vóru 19 fosturtøkur í Føroyum og í 2015 vóru 21 fosturtøkur.
At tað vóru 42 fosturtøkur í Føroyum í fjør, merkir, at tað vóru 73 fosturtøku fyri hvørji 1000 livandi fødd børn.
Tað eru serliga kvinnur í aldursbólkunum 25 til 34 ár, sum fáa fosturtøku. Yvir helvtin av kvinnunum, sum fáa fosturtøku, eru í hesum aldursbólkunum.
Talið á blaðungum kvinnum í aldrinum 15-19 ár, sum fáa fostutøku, kann teljast á aðrari hondini. Nakrar fleiri kvinnur í aldrinum 20-24 ár, fáa fosturtøku, men talið á kvinnum yvir 35 ár, sum fáa fosturtøku kann somuleiðis teljast á aðrari hondini.
Men sum heild er støðan tann, at tað eru munandi færri fosturtøkur nú enn tað vóru áður. Seinni helvt av 1980-unum var talið á fosturtøkum av tí mesta og tá vóru um 80-85 fosturtøkur um árið, men fyrru helvt í nítiárunum minkaði tað niður móti 60 fosturtøkum um árið. Seinast í nítiárunum minkaði tað aftur niður um 50 fosturtøkur um árið.
Eftir aldarskiftið vóru tær um 40-45 um árið, men síðani er talið alsamt lækkað, men í fjør vaks tað so aftur.
Men umframt fosturtøkurnar í Føroyum, eru tað eisini føroyskar kvinnur, sum fara til Danmarkar at fáa fosturtøku.
Í 2022 varð upplýst, at í miðal eru tað næstan 60 føroyskar kvinnur, ið fáa fosturtøku í Danmark um árið. Tað vísti hagtøl frá danska Heilsumálaráðnum, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi útvegaði tá.