Hesi seinastu árini er talið á føroyingum í Føroyum verið fellandi. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Og samstundis vísir uppgerðin eisini, at talið á útlendingum í Føroyum er veksandi.
Tá ið talan er um útlendingar, er talan um fólk, sum ikki eru danskir ríkisborgarar, tað vil siga, føroyingar, danir og grønlendingar.
Í gjár skrivaðu vit, at fólkatalið í Føroyum framvegis kvinkar upp eftir, men tølini vísa, at tað eru útlendingar, sum standa fyri vøkstrinum, tí talið á føroyingum stendur er fallið nakað seinastu árini.
Tølini frá Hagstovuni vísa, at fyri einum góðum ári síðani, nevniliga í august í fjør, búðu 54.594 fólk í Føroyum.
Av teimum høvdu 51.595 fólk danskan ríkisborgaraskap og tað merkir, at 2.999 fólk høvdu útlendskan ríkisborgaraskap.
Fyri einum mánað síðani, í okbobur, búðu 54.668 fólk í Føroyum, men 3.384 av teimum vóru útlendskir ríkisborgarar.
Í 2010 vóru 98 prosent av fólkinum í Føroyum, danskir ríkisborgar, men nú eru tað 93.8 prosent.
Teir flestu útlendsku ríkisborgararnir, sum búgva í Føroyum, eru úr øðrum londum í Evropa, tey eru 1.314 í tali. Næstan líka nógv, ella 1.168 fólk, eru úr Asia.
Hini, ella 303 fólk, eru úr øðrum norðurlondum, 326 fólk eru úr Afrika og so eru eisini 66 fólk úr Føroyum, har vit ikki vita, hvønn ríkisborgarskap, vit hava.
Nógv tey flestu, sum eru her úr øðrum londum í Evropa, eru menn. Talan er nevniliga um 876 menn og 438 kvinnur.
Ofta verður sagt, at tey, sum koma higar úr Asia, eru í nógv mestan mun, kvinnur, men veruleikin er, at tey eru helvt um helvt menn og kvinnur. Tað er heldur ikki stórvegins munur ímillum kynini á øðrum útlendingum, sum búgva her.