Talið á býráðslimum í Havn eigur at verða hækkað. Tað heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, og nú hevur hann eisini lagt uppskot fyri býráðið um tað.
Í løtuni eru 13 býráðslimir í Tórshavnar Býráð, men Annfinn Brekkstein vil hava talið á býráðslumum at hækka upp í 15.
Hann vísir á, at talið á býráðslimum hevur verið 13 síðani 1972, men tá búðu 10.747 fólk í Havn.
Hetta var áðrenn kommunusamanleggingarnar byrjaðu. Tað vil siga, at tað tá vóru 827 borgarar fyri hvønn býráðslimin.
Fleiri kommunusamanleggingar hava verið síðani har fólkatalið vaks nógv, umframt at kommunan eisini er vaksin nógv í vídd.
Tann 1. januar búðu 23.228 fólk í Tórshavnar kommunu og tað gevur 1.787 borgarar fyri hvønn býráðslimin.
– Mítt sjónarmið er, at tíðin er komin at broyta talið á býráðslimum upp til 15, hetta fyri at fáa eina betri fólkaræðisliga umboðan í høvuðsstaði okkara, sigur Annfinn Brekkstein.
Hann vísir á, at nú búgva meiri enn dupult so nógv fólk í kommununi sum tað gjørdi tá ið talið á býráðslimum varð sett til 13.
Hann sipar eisini til kanningar gjørdar sum greitt vísa á, at borgarin í Tórshavnar Kommunu er undirumboðaður í býráðnum.
– Við at broyta talið á býráðslimun upp til 15, so fáa vit eina betri fólksliga umboðan og koma okkara fólkaræðinum nærri, sigur býráðslimurin fyri Sambandsflokkin.
Verður talið hækkað upp í 15 býráðslimur, verða tað 1.548 fólk fyri hvønn býráðslimin.
Hann sigur, at eftir lógini kann talið á býráðslimum verða sett heilt upp á 17, men hann heldur, at tað er hóskandi at seta tað upp til 15 í hesi syftu.
Men hann heldur, at tað er eisini neyðugt, at býráðslimir fáa betri løn.
– Fyri at fáa so góða fólksliga umboðan s um gjørligt. eiga samsýningarnar til býráðslimir eisini at verða broyttar, sigur hann.
Hann sigur, at hetta er fyri at øll skulu hava møguleika at stilla upp til eitt býráðsval.
Mínar drúgva royndir eru tær, at fólk aftra seg at stilla upp, tí tey missa alt ov stórar inntøkur, tí samsýningin, býráðslimir fáa, er so lág, sigur hann.
– Hetta er ikki í samsvari við nútíðina, og eigur tí at broytast, so at øll fólk kunnu stilla upp til politisk val, sigur Annfinn Brekkstein.
Hann skjýtur eisini upp, at býráðið fær eina nevnd afturat, nevniliga eina barna- og ungdómsnevnd.