Taliban tekur seg fram - 3000 amerikanskir hermenn aftur til Afghanistan

Fjáltur er komin á tey amerikansku starvsfólkini, ið eru eftir í Afghanistan. Taliban hevur hertikið stórar partar av landinum, og neyðugt er nú at senda 3000 hermenn aftur til Afghanistan, hóast ætlanin var at fara úr landinum áðrenn 11. september.

Steinar Patursson
13. august 2021 kl. 13:19

Hóast USA seinastu tíðina hevur flutt hermenn út úr Afghanistan, hevur seinastu dagarnar verið neyðugt at gera til reiðar hermenn at fara inn aftur í landið.

Orsøkin er, at neyðugt er við hernaðarhjálp at fáa amerikanskar ríkisborgarar og starvsfólk á amerikansku sendistovuni í Kabul út úr landinum.

Joe Biden, forseti, hevur boðað frá, at eftir 20 ár í Afghanistan er tíðin komin til, at amerikansku herdeildirnar taka seg úr landinum. Eftir ætlan skulu amerikanar og teirra NATO sameindu hava tikið seg úr Afghanistan áðrenn 11. september, og farið varð undir tilgongdina at taka hermenninar úr landinum í vár.

Hesum hava deildirnar hjá Taliban gjørt sær dælt av, og seinastu dagarnar hevur Taliban tikið stórar partar av landinum.

Millum annað fall Kandahar til Taliban herdeildir í gjár, og afghansku stjórnardeildirnar eru flýggjaðar undan Taliban deildunum.

Stóra framgongdin hjá Taliban herdeildunum hevur fingið fjáltur á amerikansk starvsfólk og aðrar amerikanskar ríkisborgarar í Afghanistan, og amerikanska sendistovan í Kabul heitti á Twitter í gjár á Taliban um at virða mannarættindini.

Nógv óttast, hvat fer at henda, um amerikanskir ríkisborgarar verða tiknir av Taliban deildunum, og tí hevur USA gjørt av at senda 3000 hermenn aftur til Afghanistan at hjálpa við arbeiðinum at flyta heim teir amerikanarar, ið eru eftir har, skriva altjóða miðlar, teirra millum BBC.

Saman við teimum 3000 amerikansku hermonnunum sendir Stórabretland eisini 600 hermenn til Afghanistan.