Væntað verður, at Taliban fer at kunngera nýggju stjórnina eftir morgunbønina í morgin.
Tað siga keldur við Agence-France Presse sambært The Guardian.
Boðini koma tvær vikur eftir, at Afghanistan fall til Taliban deildir, og landið hevur riðað á fíggjarkollapsi síðani.
Sum skilst er ætlanin, at Haibatullah Akhundzada, evsti leiðari í Taliban, skal hava valdið á stýrisráðnum í Afghanistan, hóast landið skal hava ein forseta, og at forsetin skal standa tils vars fyri Akhundzada.
Leikluturin hjá Akhundzada verður av mongum roknaður sum at vera líkur leiklutinum hjá evsta leiðaranum í Iran, Ali Khamenei.
Akhundzada er átrúnaðarligur leiðari, ið tók við sum ovasti fyri Taliban, eftir at undanmaður hansara, Akhtar Mansour, varð dripin í einum dronuálopi í 2016. Hildið verður, at sonur Akhundzada var sjálvmorðsbumbari.
Hildið verður, at Mullah Abdul Ghani Baradar, sum var við til at seta á stovn Taliban rørsluna, verður stjórnarleiðari. Ghani Baradar sat í fongsli í Pakistan frá 2010 til 2018.
Taliban stýrið stýrdi Afghanistan á sama hátt við einum ráði, tá rørslan sat við valdið frá 1996 til 2001, og hóast umboð fyri Taliban hava greitt altjóða miðlum frá, at stýrið ikki verður eins víðgongt hesaferð, eru boðini móttikin við skepsis í vesturheiminum.
Millum annað Vitctoria Nuland, frá amerikanska uttanríkisráðnum, hevur gjørt greitt, at tað verður atburðurin hjá Taliban, og ikki orð teirra, ið gera av, hvussu USA fer at meta um stýrið.
Somuleiðis hevur ES gjørt greitt, at Afghanska stjórnin verður ikki viðurkend, fyrr enn hon virðir mannarættindini og gevur hjálparfelagsskapum atgongd til Afghanistan.