“Tað er eingin hóttan móti tíðindafólkum í Afganistan. Taliban syrgir fyri, at øll vera vard.”
Soleiðis skrivaði ein talsmaður fyri Taliban á Twitter fríggjadagin, eftir at NGO-rørslan International Media Support (IMS) deildi eitt link, har samlað verður inn til frama fyri at stuðla afganskum tíðindafólkum. Leygardagin boðaði Taliban frá, at kvinnuligir journalistar ikki longur fóru at vera sæddar á skíggjanum, og í gjár var Taliban á vitjan á afgansku sjónvarpsrásini Tolo News fyri at hjálpa til við at “handfara trygdina”.
Hjá IMS, sum í 20 ár hevur arbeitt fyri at tryggja góðar arbeiðsumstøður fyri tíðindafólk í Afganistan, eru tey stúrin um gongdina í Afganistan. Tí hóast Taliban hevur lovað góðar arbeiðsumstøður fyri journalistar í landinum, so bíðar IMS eftir, hvussu tað verður í veruleikanum.
– Taliban sigur, at tey hava tryggjað frið í landinum. Men hvat veruliga kemur at henda, vita vit ikki sum nú er. Tað, ið var trygt leygarmorgunin, var ikki trygt leygarkvøldið. Og har, sum tað var trygt sunnumorgunin, har var tað ikki trygt sunnukvøldið, sigur kunningarstjórin fyri IMS, Line Grove Hermansen, við Journalisten.dk og sigur víðari:
– IMS hevur enn trygg tilhaldsstøð í Afganistan, um ein kennir seg hóttan, og vit vita eisini, at tað hevur verið nógv ferðsla til hesi støðini seinastu vikurnar – serliga seinastu dagarnar.
Serliga kvinnur eru í einari viðbreknari støðu
Í fjør stóðu 4.000 afgansk tíðindafólk á listanum hjá Afghan Journalists Safety Committee. Av hesum vóru umleið 1.200 kvinnur. Síðani tá, er hetta talið farið niður í helvt.
Talið av kvinnuligur journalistum í Afganistan var annars vaksið nógv seinastu árini, men í og við, at Taliban hevur fingið fótafesti í landinum aftur, eru fleiri kvinnuligir journalistar farnar úr fakinum, greiðir Line Grove Hermansen frá.
– Ein trupulleiki er, at tað finnast ikki nóg nógvar trygdarskipanir fyri kvinnur. Okkara felagsskapur hevur møguleika at veita ymiska trygd í 34 landspørtum í landinum, men vit vita, at serliga kvinnur eru í einari sera viðbreknari støðu.
– Vit vita, at nógvar av kvinnunum, ið hava valt at fara úr starvi sum tíðindafólk, hava gjørt hetta, tí tær hava kent seg beinleiðis hótt, ella tí teirra familjur hava trýst tær til tað, sigur Line Grove Hermansen.
Sunnudagin eggjaðu fleiri týskir miðlar til, at týska stjórnin skuldu bjóða trygd til tíðindafólk í Afganistan, sum hava skrivað og sagt frá krígnum har. Tíðindafólk í Danmark hava eisini eggjað donsku stjórnina til at gera tað sama, men í núverandi stund ynskir Mette Frederiksen ikki at úttala seg, hvørji fólk Danmark roynir at fáa úr vanda, men hon viðurkennir, at støðan í Afganistan er vanlukkulig.
Í dag var kvinnuligur vertur í sjónvarpsstovuni hjá Tolo News, men tað var fyri at hava samrøðu við umboð frá Taliban.
Kelda: Journalisten