Ongi úrslit

Taliban ætlar at avrætta fólk og høgga limir av

USA ákærir nú ætlanirnar hjá Taliban um at taka upp aftur avrætting og at høgga limir av. Tey leggja dent á, at hetta er ímóti øllum, ið er etiskt rætt

Anna Joensen-Næs
25. sepember 2021 kl. 13:45

Talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið Ned Price úttalar seg nú um, at amerikanska stjórnin strangliga fordømur ætlanirnar hjá Taliban um at endurnýggja avrættingar og høgga limir av, sum revsingarháttur í Afghanistan.

Mullah Nooruddin Turabi, ið hevur ábyrgd fyri fongslini í Afghanistan, hevur fyri løtu síðani úttalað seg til tíðindastovuna AP News um, at eini revsihátturin ið hevur til endamál, at høgga limir av, er alneyðugur fyri trygdina í landinum. Hann greiðir frá, at hátturin fer at hava við sær eina ræðandi ávirkan, ið ger, at fólkið ikki torir at gera mótstøðu.

- Vit standa lið um lið við altjóða samfelagnum. Vit ynskja at halda lyftið um, at forða íðkarum av tílíkum skammargerðum, í at gera móti lóggávunum, og ístaðin fáa tey at taka ábyrgd fyri sínar gerðir, endar Mullah Nooruddin Turabi við at siga.

Amerikanska stjórnin staðfestir, at líknandi altjóða viðurkenning av Taliban stjórnini verður bert givin, um stjórnin virðir menniskjarættindi.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Danskur ráðharri: Sjúrður er a pain in the a**

1. mars kl. 16:41