Taliban: 78 fólk eru deyð av kuldanum uppá eina viku
Sambært talibanskum myndugleikum í Afghanistan eru minst 78 fólk deyð av veðrinum - uppá bert eina viku
Ragnar Sjúrðarson
19. januar 2023 kl. 14:15
Shafiulla Rahimi, er sambært AP, talsmaður hjá enum málaráði fyri náttúruvanlukkur.
- Vit royna at gera okkara besta fyri at stuðla familjum í gjøgnum hendan harða veturin, sigur Shafiulla Rahimi.
Tað eru ikki bert menniskju, ið hava latið lív í veðurbarda vetrinum. Minst 75.000 neyt eru eisini deyð av kuldanum, sigur hann.
Tá Taliban hertók valdið í Afghanistan í 2021, fingu teir umgangandi landið í eina fíggjarliga kreppu. Milliónir av menniskjum endaðu í fátækadømi og hungursneyð, meðan útlendskir hjálparfelagskapir góvust at hjálpa í landinum, skrivar AP.