Talgildur jólakalendari um ríkisfelagsskapin

Ríkisfelagsskapurin er í ár karmurin um talgilda jólakalendaran hjá Kongshúsinum. Tú kanst fylgja við kalendaranum á Instagramvanganum hjá Kongshúsinum frá 1. desember til jólaaftan

Tíðindaskriv
30. november 2020 kl. 16:17

Jólakalendarin er tann fimti av slagnum, og er aftur í ár ein søga um handgjørdu nissurnar hjá Hennara Hátign Drotningini.

Í ársins jólakalendara sendir Drotningin Nissugentuna út á eina ferð í ríkisfelagsskapinum at leita eftir báðum systkjum sínum, sum Nissuhúskið ikki hevur hildið jól saman við í hundrað ár. Systkin Nissugentuna búsettust ávikavist í Føroyum og Grønlandi á miklu ferð Kristians kong 10. og Alexandrinu drotning í 1921 – og eingin hevur sæð tey síðan.

Á jólaferðini heldur Nissugentan bæði føroyskan og grønlendskan jólasið, og hon hoyrir fornsagnir og frásagnir um Kongshúsið gjøgnum tíðina.

Tú kanst fylgja við søguni um jólaferðina hjá Nissugentuni í ríkisfelagsskapinum hvønn dag á Instagramvanganum hjá Kongshúsinum.

Eisini ber til at fylgja við ársins jólakalendara á heimasíðuni hjá Kongshúsinum, kongehuset.dk, á donskum, føroyskum, grønlendskum og enskum.

Fyrsta lúkan í jólakalendaranum verður latin upp týsdagin 1. desember 2020 klokkan 7.30.