Í sambandi við hátíðarhaldið skipaðu tey í Bragdinum fyri tiltaki, har fólk kundu renna, ella ganga ígjøgnum tunnilin.
Tað skuldi fyrireikast væl. Vit settu okkum í samband við Teit Samuelsen, stjóra í tunnilsfelagnum, og bóðu B71 við á fund, siga tey í Bragdinum.
– Eingin av okkum vistu, hvussu nógv høvdu tíð og hug at melda til, tí hetta var ein púra vanligan fyrrapart klokkan 11 - og harafturat var tað beint upp undir jól, siga tey.
– Tá ið vit so nærkaðust seinastu freist fyri at melda til, høvdu umleið 2000 fólk sett seg á listan og tað var nógv meiri enn vit høvdu væntað, siga tey.
Fyri at sleppa undan ferðsluruðuleika, leigaðu tey bussar, sum koyrdu av Tórsbreyt til Gomlurætt og heim aftur, aftaná renningina.
Eisini koyrdi bussur ímillum Sand og Gomlurætt. Og væl var tikið undir við busstúrunum, tí tað koyrdu níggju bussar til Gomlurætt, tveir bussar av Sandi til Gomlurætt og 11 bussar av Sandi til Tórsbreyt.
Teinurin í tunnlinum er 10,8 km við undanbrekku og mótbrekku og tað kann kann vera tungt hjá teimum, sum ikki eru von at ganga.
Tað er eisini øðrvísi,at ganga í einum tunnli, tí har er øðrvísi ljóð, ljós, og luft, og av tí sama vóru tað eisini fleiri, sum antin máttu geva upp ella fingu onkran skaða.
Tíbetur vóru samarittar í tunnlinum og fingu hjálpt fólki, sum komu illa fyri, og tey høvdu úr at gera. Tað var avgerandi at trygdin var í lagi og at tunnilin var tómur klokkan 13.30 og tí heintaði bussur tey, sum ikki vóru komin á mál tá.
– Sigast má til stórt rós hjá øllum tykkum, sum vóru við, at tit vóru óluksáliga tolin aftaná rennitúrin ella gongutúrin.
– Vit sótu sum sild í tunnu, einki grenj um at tað tók langa tíð, bara góður hýrur og prát.
Og tá ið dyrnar vóru latnar upp til høllina, og lagkøkur og annað gott var at fáa, ja, so gjørdist lagið enn betri.
Sostatt takka tey í Bragdinum fyri ein góðan dag og tey takka eisini B71, Teiti samuelsen, MB Bussum, samarittunum hjá Reyða Krossi og øllum hinum, sum hjálptu til á degnum.
Myndirnar eru frá Bragdinum.