Funningsfjarðarvegurin er eitt av vegastrekkjunum í landinum, sum hava verið brúkt til fótatraðk í politisku skipanini seinastu nógvu árini.
Vegurin er smalur og har eru fá víkipláss, og tað er javnan og savnan, at hetta vegastrekkið, sum gongur frá Millum Fjarða, til bygdina í Funningsfjørð, er til umrøðu í Løgtinginum. Men tað er tí, at arbeiðið at gera hann, gongur ikki fyri seiði. Nú eru tað nevniliga fimm ár síðani, at farið varð undir arbeiðið at gera hann - men enn eru tey ikki komin á mál - og tí eru tinglimir dúgligir at fregnast, hvussu tað gongur, og hvør ætlanin er.
Vegastrekkið er 2,2 kilometrar og nú er málið aftur reist í Løgtingið við tað, at Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt landsstýrismannin, hvussu gongur við vegnum.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað var í 2019, at Landsverk fór undir arbeiðið at breiðka vegin, og arbeiðið er hildið fram í 2021, 2022 og í fjør.
Tilsamans eru 14,2 milliónir brúktar til arbeiðið hesi árini, og í ár eru tvær milliónir játtaðar til endamálið.
Vegurin liggur væl fyri, men hann er smalur og er ikki gjørdur til ferðsluna í dag. Ætlanin er at gera allan vegin tvíbreytaðan, umfamt at gera hann beinari og at asfaltera hann.
Og ætlanin er eisini at gera gongubreyt á einum parti av strekkinum. Nýggjasti sáttmálin um vegagerðina varð skrivaður undir í juni 2024 og hann fevnir um at gera eitt strekki upp á 300 metrar. Arbeitt verður nú og tað verður arbeitt í alt ár.
Eftir heildarætlanini hjá Landsverki, verður vegurin liðugur um tvey, trý ár.