Taka nú eitt stórt stig afturat fyri at bjarga føroyska rossinum

Nú verður grunnur gjørdur við frystum rossasáði

Áki Bertholdsen
13. august 2024 kl. 08:40

Síðani 1978 hevur Felagið, Føroysk Ross, virkað fyri at byggja upp ein ílegugrunn við frystum rossasáði og fyri at fáa gjørt eina arvafrøðiliga lýsing av rossastovninum.

Nú er endiliga brostið fyri nev, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Hesi seinastu árini hevur orka verið løgd í at byggja upp ein ílegugrunn við frystum rossasáði. Í hesum sambandi er avtala gjørd við fyritøku úr Bretlandi, Stallion AI services.

Umboð frá fyritøkuni eru í løtuni í Føroyum og taka sáð av føroysku greðingunum. Fyrstu royndirnar at taka sáð vóru gjørdar á Búnaðarstovuni í Kollafirði sunnudagin og ábendingar eru um at hetta hepnast sera væl, sigur felagið

Væntandi verða sáðtøkur alla vikuna og hvør sáðtøka kann brúkast til umleið 5-6 ísáðingar. Í løtuni eru 82 føroysk ross til, nevniliga 26 greðingar; 42 ryssur og 14 geldir hestar.

Í 2018 keypti felagið telduskipanina, World Fengur, sum hevur fingið føroyska heitið, Føroya Fongur. Við Føroya Fongi ber til at síggja upplýsingar um uppruna, avkom, aling, litir, flís nummar, myndir og mangt annað.

Føroya Fongur er ein brúkaravinarlig skipan har allir limir í Felagnum Føroysk Ross lættliga kunnu seta seg inní alingina.

Umframt Føroya Fong, brúkar felagið, í samráð við Nordgen, eina skipan, ið kallast EVA. EVA forritið útroknar innannøring og ansar eftir at øll upprunarossini eru líka væl umboðað í stovninum.

– Við eini samaneining ímillum Føroya Fong og Eva, ber til at skipað arbeiðið at ala føroyska rossaslagið, betur, sigur Felagið Føroysk Ross.

– Til dømis ber til at síggja júst hvørjir greðingar hóska best til hvørja ryssu, fyri at forða fyri innannøring.
Við hesum báðum skipanunum heldur felagið, at tey eru komin eitt gott fet á leiðini fyri at varveita ílegurnar hjá Føroyska rossinum.
Felagið sigur eisini, at við Føroya Fongi ber til at kanna ílegurnar og seta tær saman sum fragast og við sáðbankanum ber til at goyma sáðið, soleiðis at ílegurnar verða varðveittar og brúktar sum best.
Stutt um Føroyska rossið:

1978: Felagið Føroysk ross verður stovnað. Blóðroyndir kannaðar og tær vísa, at føroyska rossið er eitt serstakt slag. Tá vóru 13 føroysk ross.

2003: DNA kanningar staðfestu úrslitið frá 1978, at føroyska rossið er egið slag, og ongin ábending er um uppíblanding. Tá vóru 46 føroysk ross

2018: Ættartalvan hjá føroyska rossinum verður talgild. Tá vóru 86 føroysk ross.

2024: Ílegugrunnur verður gjørdur við frystum rossasáði. Nú eru 82 ross.