Methøgu smittutølini í Danmark og øðrum londum um okkara leiðir hava nú avleiðingar við sær úti í heimi.
Ferðandi, ið seinastu 14 dagarnar hava verið í Danmark, Noregi ella Bretlandi, kunnu sum nú er ikki ferðast til Indonesia orsakað av covid/omikron. Hetta upplýsti Borgerservice hjá danska Uttanríkismálaráðnum seint í gjár.
Í Iran eru boðini í almenna sjónvarpinum, at borgarar úr Danmark, Noregi, Fraklandi og Bretlandi ikki kunnu ferðast til landið komandi 15 dagarnar. Hetta hendir, eftir at fyrsti tilburður av omikronfrábrigdinum er staðfestur har, skrivar Ritzau.
Iran hevur eisini longt forboðið móti ferðandi úr Suðurafrika og sjey grannalondum við 15 døgum. Hetta forboðið varð upprunaliga sett í gildi í november mánaða.
Í Miðeystri er Iran landið, ið er harðast rakt av koronu. Millum teir umleið 85 milliónir íbúgvarnar eru fleiri enn 131.000 fólk deyð í sambandi við koronu síðani februar 2020. Hetta svarar til umleið 154 deyð pr. 100.000 íbúgvar.
Danmark sett í gjár enn eitt nýtt met við nærum 15.000 smittutilburðum seinasta samdøgrið.
Í Danmark er omikron nú vanligasta koronufrábrigdið. Men talið á deyðum í sambandi við koronu er lutfalsliga nógv lægri enn í Iran.
3.210 deyðsføll verða sett í samband við farsóttina - tað svarar til umleið 55 deyð pr. 100.000 íbúgvar í Danmark.