![](/assets/articles/Screenshot-2023-09-21-at-09.55.24.jpg)
![Dimma.fo Logo](https://www.dimma.fo/assets/dimmalaetting.png)
Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at ein bilur var farin út av vegnum í Havnardali. Talan er um tann smala vegin niðan fram við viðarlundini í Havnardali.
Løgreglan sigur, at tað var bara hesin eini bilurin við í óhappinum. Tað var myrkt og ringt sýni og helst er orsøkin til óhappið tann, at bilurin er komin ov langt út á jaðarin, so at hann er farin út av.
Bilurin koppaði og endaði á liðini og rútarnir brotnaðu. Fimm kvinnur vóru í bilinum, men tær sluppu ikki út við egnari megi.
Men har kom hjálp til og bjargaði teimum úr bilinum. Eingin sá út til at hava fingið skaða, men av trygdarávum varð førarin fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Løgreglan sigur, at sløkkiliðið tók bilin upp aftur.