Fyrstu dystirnir í FM finalunum í kurvabólti vóru í gjár. Hjá kvinnunum spæla Sporðdrekin og Hamar um FM-heitið og hjá monnunum eru tað Sporðdrekin og Ravnur sum spæla.
Heilt fitt av fólki sum vóru komin at hyggja eftir dystunum á Argjahamri. Áskoðarar fingu eisini gott kurvabóltsspæla at síggja í báðum dystunum, siga tey í tíðindaskrivi.
Til kvinnudystin er at siga, at Sporðdrekin liggur til at vinna. Sporðdrekin lat heldur ongan iva verða vera um, at tær ætla sær at endurvinna FM-heitið.
Hamar kom tó best frá byrjan og løgdu seg á odda. Sporðdrekin fekk fótað sær rættiliga tíðliga í øðrum fjórðingi og koma á odda tá, og tær øktu bara um leiðsluna tað sum eftir var av dystinum.
Tá ið avtornaði hevði Sporðdrekin vunnið fyrstu finaluna 46-23. Hóast greiðan sigur til Sporðdrekan var tað Maria Suma Poulsen hjá Hamar, sum gjørdist toppskorari við heili 16 stigum.
Maria Suma Poulsen hjá Hamar, varð oppskorari
Í mansfinaluni hittast tey bæði liðini ið hava verið klárt tey sterkastu í grundspælinum, Sporðdrekin og Ravnur.
Innanhýsis dystirnir ímillum Ravn og Sporðdrekan plagdu sera tættir og harðir. Dysturin í dag gjørdist tó ongantíð so øgiliga tættur, sum bæði vónað og væntað.
Ravnur fekk eina heldur keðiliga byrjan, har lyklaleikarar hjá teimum fingu feiltrupulleikar, sum hevur við sær, at teir máttu situ nógv uttanfyri sum útskiftarar.
Sporðdrekin gjørdi sær dælt av støðuni og løgdu nógv fyri og fingu eina trivaliga leiðslu. Tað var serliga Sporðdrekin, Dánjal Hansen, sum skaraði framúr í dystinum við heili 30 stigum. Dysturin endaði við 56-29 sigri til Sporðdrekan.
Finalurnar í kurvabólti verða leiktar sum best av trimum. Úrslitini frá fyrstu dystunum hevur við sær, at Sporðdreka liðini kunnu tryggja sær meistaraheitini fríggjakvøldið, tá næstu finalurnar verða leiktar úti á Argjahamri. Um tað er neyðugt við einum alt avgerðandi triðja dysti, so verður hann leygardagin.
Skráin fyri restini av finalunum:
Fríggjadagin 28/4. 2. Finaludystir
Kl 18.00 Kvinnur: Hamar - Sporðdrekin
Kl 20.00 Menn: Ravnur - Sporðdrekin
Um neyðugt, 3. og avgerðandi finaludystur leygardagin 29/4
Kl 12.00 Kvinnur: Sporðdrekin - Hamar
Kl 16.00 Menn: Sporðdrekin - Ravnur