Tað er heilt fantastiskt at fáa so dyggan stuðul frá fólki - sum annars púra einki hava við verkfallið at gera.
Tað sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.
Líka síðani verkfallið byrjaði meiri enn trimum vikum síðani, hava tey lagt stóran dent á hava verkfalsvaktir runt umkring at forða fyri, at verkfalsrakt arbeiði verður gjørt.
Her er Birita á Eystarubryggju í Havn við pannukakum
Men tað kann bæði verða langligt og keðiligt at vera verkfalsvakt, men so hevur tað verið eitt stórt ljóspunkt tá ið Birita Juliansdóttir Hansen og grannakona hennara, Elina Thomsen, eru komnar framvið.
Síðani verkfallið byrjaði hava tær sett sær fyri at hugna um hjá verkfalsvaktunum tí tær hava tikið synd í teimum har teir mangan standa køld og vát - og eisini tí at tær taka so hjartaliga undir við verkfallinum, sigur Birita Juliansdóttir Hansen.
Í dag ræður um at spara bensin, so í dag hevur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, koyrt Biritu runt við pannukakum
Í dag hevur hon verið einsamøll runt við pannukakum, á Eystarubryggju og á asfaltverkinum á Sundi, tí Elina er farin av landinum.
Hon sigur, at tilsamans hava tær bakað næstan 500 pannukakur, sum tær koyra runt við til verkfalsvaktir runt umkring.
– Tað er stuttligt at síggja, hvussu øgiliga glað tey verða tá ið pannukakukonurnar koma framvið, sigur hon.
Hon sigur eisini, at hon fær nógv gott prát við verkfalsvaktirnar.
– Ein av teimum, sum var komin upp í árini, fortaldi, at hann hevði eisini verið verkfallsvakt í áttatiárunum, men tá var annað lívið, tí tá gekk tað munandi harðari fyri seg enn tað ger nú, segði hann.
Heri Reynheim er eisini sera fegin um stuðulin tey fáa, serliga tá ið hugsað verður um, at Birita als einki hevur verið verkfallið at gera annars, tí hon er ikki limur í nøkrum arbeiðarafelag, men í øðrum fakfelag.
– Hon er ein av okkara, og vit eru sera fegin um slíkan stuðul, sigur hann.
Birita sigur, at omma hennara hevur hjálpt henni at baka og hon hevur eisini hjálpt henni við tilfari.
– Tað var eisini omman, sum fekk hugskotið til, at eg skuldi fara at baka pannukakur og so spurdi eg Elinu um hon vildu vera við og hon var fús alt fyri eitt.
Tað, sum er ringast at fáa fatur á, eru egg, men Birita sigur, at tað koma fólk til hennara, bæði við eggum og øðrum tilfari, so tað er eingin trupulleiki, sigur hon.