Tær akta ikki Taliban

Afghanskar tíðindakvinnur nokta at fjala andlitini, tá tær eru til arbeiðis.

Afghanska tíðindakvinnan Yalda Ali Bayat á Instagram
Trygvi Danielsen
22. mai 2022 kl. 15:30

Tað er næstan eitt ár síðani, at Taliban endurtók valdið í Afghanistan eftir eina 20 ára langa herseting, sum amerikanska hervaldið stóð á odda fyri. Hon endaði í august 2021, tá tað seinasta sameinda hernaðarflogfarið fleyg úr Kabul.

Hesa tíðina eru umstøðurnar hjá kvinnum í Afghanistan – og fólkinum sum heild – versnaðar óhugnaliga nógv. Fyri tveimum vikum síðani komu boðini, at allar kvinnur skulu ganga við fullari burka og fjala andlitini í tí almenna, ella verða tær revsaðar. Men nakrar djarvar tíðindakvinnur gera uppreistur móti harðrenda stýrinum.

"Teir trýsta okkum út úr starvinum. Hvussu kann eg lesa tíðindini við toyi fyri munninum? Eg veit ikki, hvat eg skal gera. Eg má arbeiða, tí eg eri einasti veitarin í familjuni", sigur ein dulnevnd kvinna við BBC.

Onnur íverksett tiltøk eru, at konufólk sleppa ikki at fara nakrastaðni einsamallar, og framhaldsdeildir í skúlunum er afturlatnar fyri kyninum í síni heild.

"Taliban vilja hava kvinnur at liva sum fangar heima við hús. Hvønn dag herða teir reglurnar ímóti okkum. Eg haldi ikki, vit kunnu yvirliva", ljóðar tað frá dulnevndu tíðindakvinnuni í Kabul.

Kelda:
https://www.bbc.com/news/world-asia-61508072