Tænir tú fólkinum?

Fyri meg kann politikkur ofta virka óunniligur. Tað er eisini ein veruleiki, at tað ofta er innan politikk, at hugmóð og grammleiki køva samvitskuna. Tað kann tí vera vandi fyri, at politikkarar missa seg sjálvar burtur og lata seg spilla – her er eingin flokkur undantikin. Tí eiga politikkarar at vita, hvønn veg teirra moralska kumpass vendir og kenna sína høvuðsskyldu, sum er at tæna fólkinum.

Birita L. Jóansdóttir
6. november 2024 kl. 00:22

Eg eiti Birita, eg stilli upp fyri Fólkaflokkin til býráðsvalið í Havn, og eg vil fegin tæna tær.

 

Frælsi og sjálvræðið til tín og tína familjuNú snýr kommunuval seg kanska meira um persónar enn flokkspolitikk, og tú hugsar kanska hví Fólkaflokkin? Jú, tí ein kjarna í borgarligum politikki er, at statsvaldið skal blanda seg minst møguligt í lívið hjá tær og mær, og at vit hava álít á, at fólk sjálvi eru tey, ið eru best før fyri at skipa og stjórna sítt egna lív. Í stuttum merkir hetta minni tvingsil og eftirlit og meira persónligt frælsi og eginábyrgd – og sum høvðusprinsipp, at avgerðir altíð verða tiknar tættast at fólkinum. Soleiðis hevur nærdemokrati og tín rødd alstóran týdning. Hetta merkir eisini, at sum politikkarar eiga vit í fyrstu atløgu at tæna menniskjum í Føroyum heldur enn skipanum, felagsskapum og fyritøkum, heimsveldum og stovnum ella ideologiskum rákum – hetta er álvarsamt.

 

Tað er virðismiki at gerast gamal, og børnini eru tað dýrabarasta vit eiga. Tað hóvar mær illa, at okkara eldru og okkara børn støðugt verða umtalað við ídnaðarhugtøkum sum tilfeingi og íløga. Hesin hugsunarháttur dregur skjótt tað persónliga og serstaka úr okkara kæru og avmarkar tey til at vera framleiðsluvørur hjá øðrum at forvinna sær pening burturúr. Góður borgarligur politikkur er eisini at byrgja upp fyri hesum. At enda, so er familjan bulurin í samfelagnum. Familjur við etiskum støðufesti, sunnum sambondum sínamillum og sjálvstøðugari tankangongd skapa bestu gróðrarlíkindini fyri einum vælvirkandi samfelag, har menniskju koma hvør øðrum við, hava yvirskot og vilja til at hjálpa hvør øðrum og taka ábyrgd, hvat egnum lívi og framtíð viðvíkur. Tí hevur tað størstan týdning at hjúkla um familjuna. Trívist familjan ikki, hongur samfelagið illa saman.

 

Nakrar góðar ábøtur:

- Familjur skulu í stóran mun kunna ráða yvir egnum peningi – ynskiligt er tí at lækka skattaprosentið í kommununi og at hækka botnfrádrottin, so serliga láglønt kunnu forvinna sær meira áðrenn skatt. At hækka barnafrádrottin stuðlar eisini undir hjá barnafamiljunum í kommununi.

- Familjur skulu kunna liva eitt meira frælst lív – ynskiligt er at gera komunalu ansingina meira lagaliga, tá talan er um skeivar arbeiðstíðir og stuðla teimum mammum og pápum, ið vilja brúka meira tíð saman við børnum sínum.

- Børn við skerdum førleikum skulu raðfestast og hjálpast. Fosturfamiljur skulu kunna fáa neyðugu hjálpina og útgerðina til at taka sær av børnum við skerdum førleikum.

- Kvinnuhúsið eigur at fáa betur kor at virka undir. Tær kvinnur, ið hava børn eiga at fáa hjálp at koma í egnan búðstað og hjálpast til eitt sjálvstøðugt lív.

- Integrasjón má takast í álvara. Kommunan skal blíva enn betur til at samansjóða útlendskar familjur, so tær betur kunnu læra málið, mennast og trívast og ikki vera avbyrgdar.

- Á dagstovna- og eldrøkinum eigur leiðslan á staðnum at styrkjast og starvsfólkið á gólvinum at fáa meira frælsi og ábyrgd, tá talan er um at skipa sítt egna arbeiði og hvat tað skal innihalda.

- Sum heild eigur umsitingarligi geirin í kommununi ikki at vera størri enn neyðugt og lokal leiðsla styrkjast.

- Náttúran skal verjast, virðast og raðfestast. Tað er gott fyri sál og sinn at vera tætt við náttúru. Til privata og vinnuliga búðstaðarbygging eigur lokalsamfelagið altíð at vera drigið uppí. Grøn felags – og fríðøkir skulu raðfestast og vera ein natúrligur partur av byggiætlanini, áðrenn bygt verður.

- Øll tykjast samd um, at kloakkir mugu raðfestast, men tað er órealistiskt at skula loysa trupulleikan innan fýra ár. Heldur eigur kommunan støðugt at seta neyðugu fíggingina til síðis, ið krevst til viðlíkahald, endurnýggjan og umskipan.

 

Vel frælsi, vel ábyrgd, vel borgarligt og vel Biritu.

 

Birita L. Jóansdóttir

Valevni fyri Fólkaflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu