Tað er upp til HB

26. Umfar í Betri Deildini verður leikt í dag, HB kann vinna sítt 24. Meistaraheiti

Dan Lamhauge
1. november 2020 kl. 11:30

Roknistykkið hann gerast heilt einfalt, tá klokkan nærkast fimm seinnapartin. Vinnur HB heimadystin móti TB, so eru teir føroyameistarar.

Tað er bara KÍ, sum hevur møguleika at vinna seg fram um HB. Skal tað eydnast, so skulu teir byrja við at vinna móti NSÍ við Løkin klokkan 15. Her eigur talan at vera um ein tættan dyst, har KÍ helst er favorittur. Serliga tá hugsað verður um, at stóri profilurin í ár, Petur Knudsen hjá NSÍ, situr uttan fyri við leikbanni. KÍ vann ein góðan 3-1 sigur móti Víkingi í Norðagøtu mikukvøldið, meðan NSÍ við javnleiki móti HB í Havn misti týdningarmikil stig í dystinum um annaðplássið, í gevur atgongd til evropiskan fótbólt komandi ár.

So er tað HB. Hóast teir høvdu bóltin nógv í dystinum móti NSÍ mikukvøldið, so kundi dysturin tað sama koppað til runavíkingar, tí teir stóðu stinnir í verjustøðu og vóru vandamiklir í kontraspælinum. Onkur hevur róð fram undir, at havnarmenn hava fingið gummibein. Um so er, kann alt henda í Gundadali ella á Tórsvølli seinnapartin. Helda teir í HB í staðin høvdið kalt, so eru teir greiðir favorittar móti TB, ongin ivi um tað.

Í Sarpugerði kemur B36 á vitjan. Seinastu tveir dystirnir hava verið serligir fyri B36, tí teir hava skorað mál í allar seinastu løtu í báðum dystunum. Víkingar hava verið ov óstøðugir í ár. Hesar báðar seinastu dystirnar móti NSÍ og KÍ hava teir tapt, og tí liggja teir í ongamannalandi. Tað hevur hinvegin givið høvi til at spæla ungar leikarar inn á liðið. B36 skal vinna, um teir skulu vinna seg upp á annaðplássið og evropiska luttøku komandi kappingarár.

Bara eitt stig skilir AB frá Skála. Skálamenn hava tó betri málmun, so tað skal bert eitt stig á kontuna hjá Skála, so fara teir fram um AB. 

Dysturin millum ÍF og AB byrjar longu klokkan 14, meðan dysturin millum Eb/Streym og Skála byrjar klokkan 17.