Tað vóru tveir stórir dagar í Spania

Klæmint A. Olsen og René Shaki Joensen høvdu fríggjakvøldið rundar dagar á landsliðnum

Myndir: FSF
Jóannes Hansen
24. mars 2024 kl. 15:32

Tað er gott lag í landsliðsleguni í Spania. 4-0 sigurin ímóti Liktinstein, sum er størsti sigur yvirhøvur á útivølli, er kærkomin styrkur, nú Håkan Ericson og hansara menn fyrireika seg til týskvøldið at spæla á Brøndby stadion ímóti Danmark.

Fríggjakvøldið vóru tað tveir spælarar, ið høvdu stórar dagar á landsliðnum.

Annar var Klæmint A. Olsen, sum fyri 60. ferð var á landsliðnum. Klæmint er 13. spælarin, sum røkkur 60 landsdystum. Tað vera skjótt 12 ár síðani, at Klæmint fyrstu ferð var í landsliðstroyggjuni. Tað var 7. september í 2012, tá ið Føroyar í Hannover taptu 3-0 ímóti Týsklandi. Fimm minuttir undan leikloki avloysti Klæmint A. Olsen Jóan Símun Edmundsson.

Klæmint hevur skorað 10 mál á landsliðnum. Hann er undir liðini á Rógvan Jacobsen, sum setti metið 21. november í 2007, tá ið Føroyar taptu EM undankappingardyst 3-1 í Modena í Italia.

Klæmint skoraði fyri 10. ferð 15. november í 2021, tá ið Føroyar taptu HM undankappingardyst 3-2 í Netanya í Ísrael. Síðani hevur Klæmint spælt við í 16 landsdystum, og tað er ein spurningur um tíð, áðrenn tað fer at eydnast NSÍ spælaranum at taka málmetið.

René Shaki Joensen var fríggjakvøldið fyri 50. ferð á landsliðnum. Hann er 26. føroyski landsliðsspælarin, sum røkkur 50 landsdystum. René Shaki Joensen umboðaði Brøndby IF, tá ið hann í vinadysti ímóti Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík mikudagin 15. august í 2012 varð skiftur inn á liðið. Í 71. minutti avloysti René Jónas þór Næs. Ísland vann 2-0.

René hevur skorað trý mál á landsliðnum, og hann er 26. føroyingurin, sum hevur umboðað føðilandið 50 ferðir á landsliðnum í fótbólti.

 

50 og fleiri landsdystir í fótbólti fyri Føroyar

1

Fróði Benjaminsen

95

2

Jóan Símun Edmundsson

86

3

Óli Johannesen

83

4

Viljormur Davidsen

74

5

Jákup Mikkelsen

73

6

Hallur Hansson

71

7

Sølvi Vatnhamar

71

8

Gunnar Nielsen

69

9

Jens Martin Knudsen

65

10

Gilli Rólantsson Sørensen

64

11

Julian Johnsson

62

12

Jákup á Borg

61

13

Klæmint A. Olsen

60

14

Atli Gregersen

59

15

John Petersen

57

16

Odmar Færø

57

17

Brandur H. Olsen

57

18

Jónas þór Næs

55

19

Allan Mørkøre

54

20

Rógvi Jacobsen

53

21

Súni Olsen

53

22

Øssur Hansen

51

23

Christian Lamhauge Holst

51

24

Rógvi Baldvinsson

51

25

Christian Høgni Jacobsen

50

26

René Shaki Joensen

50

Kelda: FaroeSoccer