Í fyrrakvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at tveir ungir mans í bili høvdu roynt at lokka nakrar smádreingir upp í bilin. Teir royndu eisini at lokka teir upp í bilin við góðgæti, men sum vit skrivaðu í gjár, stóðu smádreingirnir fyri freistingini og fóru ikki upp í bilin
Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/royndu-at-lokka-smadreingir-upp-i-bilin
Løgreglan helt, at hetta var ein atferð, sum skapti ótryggleika og tí reistu tey málið. Og í morgun sigur løgreglan, at tey hava fingið greiði á, hvat tað var, sum fór fram.
Tey siga, at tíbetur vóru tað ikki barnalokkarar, sum høvdu roynt eftir smádreingjum.
Tað búði einki ilt undir og foreldur og børn skulu ikki stúra fyri barnalokkarum í hesum sambandi, sigur løgreglan.
Tey siga, at talan var um tveir ungar mans, sum koyrdu runt í Havnini og keddu seg. So til stuttleika bjóðaðu teir børnum við ein biltúr. Tað gjørdu teir nakrar ferðir, men eingi av børnunum vildu upp í bilin.
Løgreglan sigur, at tað vóru dreingirnir sjálvir, sum ringdu til løgregluna at boða frá.
Tá ið teir sóu tíðindini í miðlunum í gjár vórðu teir kløkkir, so fyri at fáa tað út av verðini, ringdu teir sjálvir til løgregluna at greiða frá, hvussu alt hekk saman.
Løgreglan sigur, at við at tosa við børnini, menninar í bilinum, og foreldrini, er greiða sostatt fingin á málinum
Menninir í bilinum vildu einki ilt, men nú skilja teir álvaran í slíkari atferð og hava biðið um umbering, sigur løgreglan.