Í samrøðu við týsku avísina Die Welt ávarar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, Kina ímóti at stuðla Russlandi í krígnum móti Ukraina.
Tað skriva fleiri altjóða miðlar, sum vísa til greinina í Die Welt.
Sambært ukrainska forsetanum, so fer tað merkja, at vit fáa triðja heimsbardaga.
– Tað er týdningarmikið fyri okkum, at Kina ikki stuðlar russisku føderasjónini í hesum krígnum. Tí ger Kina tað, so fáa vit triðja heimsbardaga, og tað haldi eg eisini , at kinverjarar eru greiðir yvir. Heldur vildi eg havt Kina á okkara síðu, men í løtuni haldi eg ikki, at tað er møguligt, sigur Volodymyr Zelenskyj í samrøðu við Die Welt.
Eisini amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken hevur áður ávarað Kina um tær fylgjur, fer landið at stuðla Russlandi í krígnum.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, helt røðu fyri í russiska tjóðartinginum nú fyrrapartin, har hann kunngjørdi, at Russland fyribils tekur seg úr kjarnorkuavtaluni við USA frá 2011, har londini samdust um at avdubba og niðurraðfesta kjarnorkuvápn, men lovaði samstundis, at Russland fór ikki at vera landið, ið loypir á fyrst við kjarnorkuvápnum.