Tað verður skift út á landsliðnum

Hondbóltur: Broytingar vera í venjaratoyminum á A-landsliðnum við monnum

Jóannes Hansen
27. apríl 2023 kl. 17:38

Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis í dag:

Lars Porskær Møller, hjálparvenjari, heldur ikki fram eftir EM-undankappingina, meðan málverjavenjari og fysioterapeutur, Tom Jensen, hevur longt sáttmálan.

Undan dystinum í mars móti Rumenia, varð tað kunngjørt, at sáttmálin við høvuðsvenjaran, Peter Bredsdorff-Larsen, varð longdur til og við EM26-kappingina. Hetta er nú eisini komið uppá pláss við málverjavenjaranum og fysioterapeuti Tom Jensen fyri sama tíðarskeið.

Sáttmálarnir við venjaratoymið ganga út eftir hesa EM-undankappingina, og skuldu partarnir tískil tosa saman um framtíðina. Lars Porskær Møller, hjálparvenjari, kemur ikki at halda fram, hóast báðir partar hava verið væl nøgdir við samstarvið. Lars hevur fingið nýtt starv í danska hondbóltssambandinum, sum ikki loyvir honum somu skiftiligu treytir í mun til hjástørv og fráveru.

-Vit í HSF ynskja at takka Lars fyri tíðina. Vit hava verið serstakliga væl nøgd við arbeiðið og úrslitini hjá Lars, viðmerkir Hans Jón Thomsen, stóri í HSF og vísir á, at vit óivað koma at samstarva við Lars uppá aðrar mátar framyvir, nú tá Lars kemur at standa á odda fyri menningardeildini hjá DHF.

Hondbóltssambandið er ígongd við finna ein nýggjan hjálparvenjara til A-landsliðið eftir núverandi EM-undankapping, skrivar Hondbóltssamband Føroya.