Tey flestu hava lagt merki til, at tað er rættiliga nógvur vindur - men tað verður verri enn.
Turið Laksá, veðurfrøðingur á Veðurstovuni, sigur, at hesar næstu tímarnar øtlar hann veðrið enn meiri og um miðsdagsleitið er væntandi, at vindurin verður yvir 30 metrar um sekundið í miðal, kanska 33-35 metrar, men við upp aftur harðari hvirlum.
Vit eru von við storm í Føroyum, men veðurfrøðingurin sigur, at tað er ikki vanligt, at vit hava so nógvan miðalvind, sum vit hava nú.
Hann verður útsynningar, men fer upp í vestan og kanska í útnyrðing vestan. Hon sigur, at tað vera serliga Suðuroyggin og Sandoyggin, sum verða hart rakt - men restin av landinum sleppur ikki undan, tí tað verður ódnarveður allastaðni.
Men tað hæsar skjótt av aftur og út á seinnapartin minkar hann vindin nakað - men tað verður framvegis nógvur vindur vestaneftir.
Tað verður ikki fyrr enn sunnudagin, at hann rættiliga minkar vindin.