Í morgin verður av ringasta veðrið kring landið. Tað hevur verið nógvur vindur nú í fleiri dagar, men í morgin rakar ein rættilig ódn Føroyar.
Turið Laksá, veðurfrøðingur á Veðurstovuni, sigur, at í nátt fer hann at veksa vindin upp í 28 - 23 metrar um sekundið.
Hann verður útsynningur í ættini, men fyrrapartin í morgin gongur hann upp í vestan, og kanska útnyrðing vestan summastaðni.
Og tá veksur hann vindin enn meiri upp í 25-28 metrar um sekundið og út ímóti døgverða verður rættilig odn við hvirlum upp ódnarstyrki, upp ímóti 35 metrum um sekundið. Tað er ringtr at siga, hvar veðrið verður ringast, tað veldst alt um, hvussu ættin er á teimum ymsi plássunum.
Í hesum sambandi hava bæði løgregla og bjargingarlið heitt á fólk um at ansa eftir, at einki liggur leyst, sum kann verða tikið av vindi.
Samstundis hevur Strandferðslan eisini boðað frá, at fólk skulu fyrireika seg upp á broytingar í ferðaætlanini í morgin, og avlýsingar, bæði hjá Bygdaleiðum og hjá ferjunum.
Turið Laksá sigur kortini, at illveðrið hæsar rættiliga skjótt av aftur, men tað verður kortini nógvur vindur, upp í 18-23 metrar um sekundið og seinni um kvøldið, 13-18 metrar.
Turið Laksá sigur, at tað verður nógvur vindur, 15 – 20 metrar um sekundið vestaneftur alla vikuna og tað verður ikki fyrr enn út á sunnudagin, at hann rættiliga minkar vindin.