Tað verður nýval í Íslandi í november ella eitt lítið ár áðrenn, at hetta valskeiðið verður liðugt.
Íslendskir miðlar og eisini útlendskir miðlar vita at siga, at samgongan millum Sjálvstøðisflokkin, Framsókn og Vinstri-grønu er slitnað, og at val verður útskrivað seinni í dag.
Bjarni Benediktsson forsætismálaráðharri fer seinni í dag á fund við Hallu Tómasdóttir forseta. Tá fer hann at boða frá, at stjórnin leggur frá sær, og so verður roknað við, at nýval verður útskrivað. Norðurlendskir miðlar siga seg vita, at altingsvalið verður leygardagin 30. november.
Síðstu tíðina hevur tað av álvara prutlað undir lokinum hjá íslendsku stjórnini. Ósemja er eitt nú um fremmandar tilflytarar og orkupolitikk og fleiri onnur málsøki, veit íslendska ríkisútvarpið RUV at siga.
Altingsval var 27. september 2021.