Hetta seinasta samdøgurið hevur verið sjáldsama friðarligt hjá løgregluni. Tey siga, at tey hava kannað ferðsluna, men har var alt eftir bókini.
Í morgun kanna tey ferðsluna við ymsar skúlar í Havn og norðan fyri við tí endamáli at kanna um foreldur, sum koyra børn í skúla, syrgja fyri, at tey brúka trygdarbelti og lógarkravdu trygdarútgerðina annars. Tey hyggja eisini, um bilførarar koyra lagaliga við so nógvum børnum á vegnum.
Í gjár vóru fjølment løgreglulið at síggja á Vestarubryggju og uppi í gomlu Hoyvíkini, men har var einki á vási, tí talan var bara um venjing.
Løgreglan fer aftur at venja í dag og aftur hesa ferð verður tað á Vestarubryggju - tað verður nú fyrrapartin - og seinnapartin verður tað í Havnardali.
So tá ið fólk síggja alvápnað løgreglufólk í stórum tali, og løgreglubilar, á hesum støðum í dag, er tað ikki tí, at tað er nakað at stúra fyri, tí talan er bara um venjingar.
Løgreglan sigur, at tey hava regluligar venjingar fyri ikki at missa førleikarnar til at bera seg rætt at, tá ið tað er álvari.