Føroya Symfoniorkestur framførdi saman við bólkinum Marius Ziska serligu verkætlanina “floymandi nærvera”, sum er partur av 40-ára føðingardagsfagnaðinum hjá symfoniorkestrinum og Norðurlandahúsinum. Hetta hevur verið eitt tætt samstarv millum partarnar – frá hugskoti til konsertframførslu.
Og tað var eisini floymandi nærvera fyri allar pengarnar í kvøld. Til tíðir vóru Marius og symfoniorkestrið í sannari symbiosu, tí ljóðmyndin til tíðir bleiv fylt út til fulnar, tá symfoniorkestrið gav tónleikinum hjá Mariusi eina eyka dimensjón, sum kom heilt inn undir húðina á einum.
Her eru nakrar myndir frá konsertini fríggjakvøldið. Eitt longri ummæli kemur seinni.