Tað verður neyðugt við fleiri nýggjum HB spælarum

HB liðformaðurin ásannar, at í dag var tað alt annað enn nóg gott, eisini hóast fleiri av føstu monnunum ikki vóru við

Jonhard Hammer
27. januar 2024 kl. 21:49

Stóra søgan í heimliga fótbóltinum var í dag, at Víkingur vann 7-0 í Gundadali ímóti HB.

Hetta er sjálvandi staðfesting av, at Víkingur er væl fyri og hevur tað mesta av fólkinum, sum spældi við í fjør. Men millum málskjúttarnar hjá Víkingi í dag vóru Árni Nóa Atlason, sum varð skiftur inn beinanvegin í 2. hálvleiki, og sum 15. í hesum mánaðinum fylti 18 ár, 18 ára gamli Jákup Martin Jarnskor – sonur Henning Jarnskor – sum yvirhøvur ikki hevur spælt í bestu deildini, fyrr enn hann eitt korter undan leikloki varð skiftur inn í dag og Jørgen Nielsen, sum í vetur skifti frá B68 og til Víking.

Úrslitið sigur eisini, at tað er langt frá HB avrikinum í dag og til tað, sum skal til, um HB fer at vera við í kappingini um europeisk atgongumerki og FM.

-Nei, hatta var ikki nóg gott, og so er tað líka mikið, hvørjir vóru á liðnum og at talan var um venjingardyst. Millum teir fyrstu ellivu vóru seks, sum í fjør spældu í bestu deildini, og tveir aðrir, sum í fjør vóru á besta liðnum, vórðu skiftir inn. Vit hava mist nógv fólk, og tað er greitt, at tað verður neyðugt við kanska fimm nýggjum spælarum, sum beinanvegin fara at styrkja um liðið, um vit skulu vera har, sum vit eiga at vera, sigur liðformaðurin á landsliðnum Viljormur Davidsen. HB málverjin og liðformaðurin Teitur Matras Gestsson var ikki á liðnum í dag, og tá ið hann ikki er við, er Viljormur Davidsen liðformaður á HB liðnum.

-Vit rokna framvegis við, at vit vera klárir at kappast í toppinum, tá ið kappingin fer at bakkastokki, sigur Viljormur Davidsen.

HB fer í fyrsta umfari at spæla á heimavølli ímóti NSÍ. Tað verður sunnudagin 10. mars.

NSÍ og HB hittast í VFF CUP leygardagin um eina viku í Runavík.