Fjarhitafelagið er ein grønur orkuberi í høvuðsstaðnum, sum liggur væl á grønu kósini. Tað sigur Fjarhitafelagið í tíðindaskrivi í dag.
Tey siga, at í fjør veitti felagið meira enn 1.800 brúkarunum hita, har 85 prosent komu frá avlopshita.
Tey siga, at 56 prosent stavaðu frá Brennistøðini á Hjalla, 24 prosent komu frá avlopshita frá Sundsverkinum og 5 prosent vóru fingin til høldar frá biogassverkinum Förka. Sostatt komu 15 prosent frá oljuketlum í skipanini.
Sethús, raðhús og íbúðir, sumbrúka minni enn 50.000 kWt um árið, stóðu fyri 57 prosentum av nýtsluni. Miðalstórir brúkarar, ið brúka ímillum 50.001 og 500.000 kWt um ári, vóru 29 prosent av nýtsluni, og stórir brúkarar, sum brúka yvir 500.000 kWt um árið, stóðu fyri 14 prosentum av nýtsluni.
Í eini skiftistíð frá 2016 til 2023, ímeðan fjarhitin hevur verið nógv útbygdur, hevur partvíst verið neyðugt at brúka olju til fjarhita.
Seks stórir oljuketlar vóru brúktir í fjarhitaskipanini,i meðan skipanin varð bygd út og bundin saman. Tann seinasti av hesum oljuketlum varð sløktur hálvan desembur í fjør, tá ið bústaðirnir Undir Kongavarða vórðu knýttir í skipanina.
Oljuketlarnir eru nú bert at hava til at taka tá ið ikki nóg mikið av grønari orku fæst til høldar, ella um okkurt brek tekur seg upp í fjarhitaskipanini.
So hvørt sum elframleiðslan gerst grønari, fæst minni avlopsorka frá Sundverkinum, sum fer at framleiða minni elorku. Tí er neyðugt at menna nýggjar, grønar hitaloysnir í fjarhitaskipanini næstu árini.
Næsta stigið er at útbyggja fjarhitan við einum elketli við goymslutanga, sum skal rekast við avlopsorku frá vindmyllum.
Fjarhitin verður veittur ígjøgnum eina 14 kilometrar samanhangandi høvuðsleiðing, sum røkkur av Sundsverkinum, oman í Gundadal, ígjøgnum Steinatún, út eftir Jóannesar Paturssonar gøtu, eftir Landavegnum og heilt út Undir Kongavarða, sigur Fjarhitafelagið.