Tað verður framvegis nógv dýrari at fáa mat á borðið

Serliga er tað kjøt, sum er blivið øgiliga dýrt

Áki Bertholdsen
7. oktober 2024 kl. 11:25

Sum vit skrivaðu í áðni, eru prísirnir hækkaðir 1,7 prosent hetta seinasta árið. Men tað er ymiskt, hvussu nógv, prísirnir á teimum ymsu vørunum eru hækkaðir.

Og uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at tað, sum er blivið allar dýrast hjá húsarhaldum, er matur. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru nevniliga hækkaðir 4,5 prosent hetta seinasta árið.

Og Hagstovan sigur, at tað er serliga prísurin á kjøti, sum er hækkaður, tí hann er hækkaður heili 11,3 prosent. Og av teimum ymsu sløgunum á kjøti, er tað lambskjøt, sum er dýrkað mest - men prísirnir á fiski eru somuleiðis hækkaðir, hann er hækkaður 5,4 prosent. Annars eru prísirnir á grønmeti hækkaðir 3,5 prosent og prísirnir á frukt eru hækkaðir 1,6 prosent.

Prísvøksturin á øðrum matvørum sum mjólk, osti, egg, frukt og øðrum matvørum hevur verið støðugur og hann hevur verið minni enn tvey prosent seinasta árið.  

Tað eru ikki allar mat- og drykkjuvørur, ið hava havt prísvøkstur seinasta árið. Kaffi, te og kakao er 4,4 prosent bíligari nú enn í august í fjør - men tað er ein avmarkað útreiðslan hjá fólki. 

Í prosentum er tað kortini upp aftur dýrari at fara á matstovu, ella at gista á hotelli, tí teir prísirnir eru hækkaðir 5,3 prosent, men tað hevur ikki tann stóra týdningin í einum húsarhaldi, tí sum heild brúka fólk ikki nógvar pengar á matstovum og gistingarhúsum, afturímóti hvat tey brúka av pengum til mat, tí matur er ein av teimum størstu útreiðslunum hjá fólki.

Niðan fyri sæst, hvussu nógv prísirnir á ymsum matvørubólkum, eru hækkaðir