Í mai mánaði í ár var tað trý prosent dýrari at liva í Føroyum enn tað var í mai mánaði í fjør.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni og tað merkir, at í mai í ár skalt tú rinda 103 krónur fyri vørur, sum kostaðu 100 krónur fyri einum ári síðani.
Tá ið Hagstovan roknar út, hvussu nógv dýrari tað er at liva nú, enn fyri einum ári síðani, verður eisini hugt eftir, hvussu stórur partur av inntøkuni fer til ymisk endamál.
Eitt nú hevur tað ikki so stóran týdning fyri eitt húsarhald um prísirnir á køliskápum er nógv hækkaður, men gongdin í rentuni, og matvøruprísinum hava alstóran týdning.
Hagstovan sigur, at tað eru serliga útreiðskurnar fyri at hava tak yvir høvdið, sum eru hækkaðar nógv. Serliga er rentan nógv hækkað, men oljan er eisini dýrkað nógv.
Prísirnir á mati eru eisini hækkaðir, men kortini er hækkingin verri enn so so stór, sum hon annars hevur verið hesi bæði seinastu árini.
Hagstovan sigur, at tað, sum er hækkað mest av øllum, eru prísirnir fyri at hava sín egna bústað. Í miðal er rentan hækkað 28 prosent hetta seinasta árið.
Men fyrstu ferð síðani 2019, er rentan lækkað aftur nú, men tað ávirkar tó ikki brúkaraprístalið fyri mai mánað.
Elprísurin og fjarhitaprísurin eru somumleðis hækkaður, men eisini oljan er nógv dýrari nú, tí oljuprísurin var 14 prosent hægri í mai í ár, enn hann var fyri einum ári síðani.