Tað verður alsamt dýrari at fáa tak yvir høvdið. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir prísgongdina í samfelagnum.
Hagstovan sigur, at sum heild er nýtslan hjá húsarhaldunum til býli, hækkað góð trý prosent frá august í fjør til august í ár. Men kortini er tað blivið eitt sindur bíligari síðani í novembur í fjør til nú.
Hóast føroysku bankarnir hava lækkað útlánsrenturnar í summar, hava húsarhaldini rindað meira til býli enn fyri einum ári síðani.
Talvan vísir gongdina í útreiðslunum til býli hesi seinastu árini
Rentuútreiðslurnar ávirka tó prístalið minni hesaferð enn annars hetta seinasta hálvaannað árið.
Miðalprísurin á húsarhaldsolju er lækkaður 7,5 prosent hetta seinasta árið, og tað bøtir væl um støðuna.
Hinvegin staðfestir Hagstovan, at prísurin frá Sev, og prísurin á fjarhita, hækkaði í januar í ár og tað er sostatt dýrari nú enn fyri einum ári síðani.
Hinvegin eru rentuútreiðslurnar hækkaðar 19,3 prosent.
Niðan fyri sæst, hvussu gongdin hevur verið til ymsar útreiðslur í sambandi við bústaðin.