Tað verður eitt stórt framstig fyri sløkkiliðið á Skálafjørðinum

Á 50 ára hátíðarhaldinum avdúkaði

Áki Bertholdsen
10. september 2024 kl. 11:50

Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið 50 ár

Tann 4. sept. vóru 50 ár liðin síðan Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið, SKS, varð sett á stovn. Í hesum sambandi vóru sløkkiliðsfólk, kommunustýrislimir og onnur samstarvfólk, boðin á samkomu á Svangaskarði fríggjakvøldið 6. sept.

Súni í Hjøllum, formaður í Tilbúgvingarnevndini, bjóðaði vælkomin og í hesum sambandi segði hann frá søguni hjá felagsskapinum, hann hugleiddi um tann týdning, sløkkiliðið hevur hon hann greiddi frá, hvørjar ætlanir liggja fyri framman.

Tað eru tær tríggjar kommunurnar rundan um Skálafjørðin, Sjóvar Kommuna, Runavíkar Kommuna og Nes Kommuna, sum eru við í samstarvinum um sløkkiliðið.

Tað var tann 4. septembur fyri 50 árum síðan, at SKS varð stovnað, og hann segði, at  samstarvið ímillum kommunurnar hevur verið fyrimyndarligt við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum.

Tey seinastu mongu árini hevur Sunleiv Højgaard verið tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen hevur verið varaleiðari.

Fólkatalið í hesum trimum kommunum er nú áleið 7.200. fólk, men tá ið SKS varð stovnað, búðu 4.400 í teimum trimum kommununum, sum eru rættiliga víðførar, heilt av Eystnesi og norður til Funnings.

Í stýrinum fyri Skálafjarðar Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir. Í stýrinum er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varatilbúgvingarleiðarin til fundirnar.

Í stýrinum sita nú:

Hans L. Djurhuus, sum umboð fyri fútan,

Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari,

Pauli Poulsen, Terje Vestergaard og Tórbjørn Jacobsen fyri Runavíkar kommunu

Artur Johansen fyri Sjóvar kommunu og Súni í Hjøllum, fyri Nes kommunu.

Haraftuat møtir, sum sagt, Vilhelm M. Olsen, varaleiðari til fundirnar.

Á stovnandi fundinum á Skála tann 4. septembur í 1974 vóru:

Jógvan Olsen á Skála fyri Skála kommunu,

John Rasmussen á Strondum, fyri Sjóvar kommunu,

Fredrik Hansen í Søldarfjørði, fyri Runavíkar kommunu og Ernst Hansen á Toftum fyri Nes kommunu.

Úr fundarfrásøgnini kann lesast, at Skála kommuna hevði havt ætlanir um at keypa eldsløkkibil, og eitt tilboð komið uppá ein bil úr Keypmannahavn, sum kundi fáast fyri 290.400 krónur

Víðar kann lesast í fundarfrágreiðingini: Við tað at einki sløkkiamboð er á Skálafjørðinum, var hildið rættast at kanna møguleikarnar um eina samskipan fyri allan Skálafjørðin, og kom hesin fundur tí í lag.

Sagt verður síðan, at eftir drúgva, men sakliga viðgerð, vóru allir á einum máli um, at tað var átroðkandi at fáa sløkkiamboð. Umboðini samtyktu at stovna Skálafjarðar Sløkkilið og so møta aftur á einum seinni fundi at finna fíggingarleist v.m. til at útvega sløkkiliðsbilin.

Tann fundurin varð tann 18. desembur í 1974, og tá kemur fram, at umframt tær 290.400 krónurnar, bilurin kostaði, skuldi útgerð keypast fyri 43.527,40 krónur.

Eisini skuldi brandpumpa keypast fyri 38.534 krónur, ella tilsamans 372.461,40 krónur -  og harafturat varð roknað við at gjalda 60.000 fyri toll og frakt ella íalt áleið 430.000 krónur alt í alt

Sostatt var hetta ein stór íløga eftir fíggjarorkuni hjá kommununum.

Síðan verður sagt í fundarfrásøgnini: Fyri at hendan íløgan ikki skal níva kommunurnar ov nógv, varð samtykt at søkja Føroya Brunatrygging um størst møguligan studning. Restin skuldi fíggjast við láni.

Síðan stovnanina hevur formaðurin í stýrinum, ella tilbúgvingarnevndini, verið úr Nes kommunu. Fyrsti formaður var Ernst Hansen.

Síðan hava formenninir verið:

Arni Højgaaard

Ólavur Magnussen

Kaj Højgaaard

Oskar Joensen

Haldur Vang

Petur Jacob, Petersen vanliga nevndur Dakko.

Jóannes Danielsen

Frá fyrsta degi og heilt fram til 2001 var Jóannes Thomsen av Skála sløkkiliðsleiðari, og síðan hevur Sunleiv Højgaard verið leiðari. Hann varð settur á fundi í stýrinum tann 6. juni 2001.

Sløkkiliðsfólkini hava verið sera trúgv, fleiri rukku 40 ára starvsdag og meira enn tað. – Vegna stýrið ella tilbúgvingarnevndina vil eg eisini nýta høvið at takka tykkum øllum sløkkiliðsfólkum fyri sera trúgva og drúgva tænastu, segði Suni í Hjøllum.

– Tað er ikki altíð so tespiligar uppgávur, tit átaka tykkum. Orðatakið sigur, »at tá ið neyðin er størst, er hjálpin næst«.

– Tað hevur mangan verið so. Og tann hjálpin, sum tit hava givið, ofta undir truplum umstøðum, hevur forðað fyri størri vanlukkum og sorgarleikum. Tykkara arbeiði, er og verður nógv virt av okkara borgarum og kommunupolitikarum.

– Saman við tykkum kunnu vit eisini fegnast um, at samstarvið tykkara millum eisini hevur verið fyrimyndarligt. Tit hava eisini dugað at hugna tykkum til hóskandi høvi, eitt nú tá ið tit býta út jólapakkar til børnini, ella sjálvir hava jólaveitslu.

– Og eg eri heldur onga løta í í iva um, at sløkkiliðskórið, sum hevur sungið til ymisk høvi, hevur eisini verið við til at samansjóða felagsskapin tykkara millum.

Millum ár og dag er eisini hendar stórbroytingar í hesi 50 árini, sum felgsskapurin hevur virkað. Tað hevur verið stórur framburður. Tá høvið og fíggjarlig orka hevur verið til staðar, hevur felagsskapurin útvega sær nútímans og hóskandi sløkkiliðsamboð og útgerð.

Tey fyrstu árini var høvuðssætið á Skála, men tað hevur nú verið mong ár í Runavík. Vit fegnast sanniliga eisini um frambrotið við høllini á Skála, sum var útvegað í seinasta valskeiði.

Í seinasta valskeiði eins væl og í hesum valskeiðnum hevur verið tosað um – og ávísar fyrireikingar eru gjørdar til at byggja nýggja sløkkiliðsstøð. Tað er eitt tungt fíggjarligt tak og tí verður tað ikki beint nú, men vónandi kann tað fremjast um ikki alt ov langt áramál.

Bæði í fjør og í ár hevur verið arbeitt við at útvega kunnandi tilfar um ein stigabil. Tilboð varð biðið frá trimum fyritøkum, og í summar samtykti tilbúgvingarnevndin, eftir tilmæli frá tilbúgvingarleiðaranum, at mæla bý- og bygdaráðunum til at keypa ein stigabil frá Rosenbauer.

Tilmælið um at keypa stigabilin hevur politiska undirtøku, og gongur eftir ætlan, verður sáttmáli um at keypa stigabilin skrivaður undir nú í september.

Kostnaðurin er umleið 6,4 milliónir, tá ið hann er komin á sløkkiliðssstøðina í Runavík. Eftir núverandi ætlan kemur stigabilurin til Føroya um árskiftið 2025/26.

Við tíðini broytist eisini tørvurin til sløkkiamboð, og nú verður hildið, at tað er alneyðugt at útvega ein stigabil, nú vit í økinum fara at fáa bygningar, sum eru minst fýra hæddir. Men eisini við tí í huga, at ávís ferðamannaskip, sum koma higar, eru ógvuliga høg.

Í samband við 50 ára dagin hjá SKS var ætlanin at geva eitt minnisrit út um SKS. Tann ætlanin er seinkað, men nú hevur Helgi Jacobsen, sum eisini hevur skrivað fleiri bygdasøgur her um leiðir, játtað at átaka sær hesa uppgávu soleiðis, at minnisritið kemur út í komandi ári.

Orðið kommuna merkir felagsskapur. Ofta, og tá serliga í ávísum førum, er tað lættari at lyfta í felag, Millum kommunurnar við Skálafjørðin er gott samstarv um økini, vit hava í felag. SKS er eitt gott dømi um tað. Saman kunnu vit fegnast um tað í kvøld, segði Suni í Hjøllum.