Tað verður eingin veitsla í Klaksvík

Altjóða uppgávurnar fram til hálvan desember eru orsøkin til, at felagið, sum hevur tryggjað sær FM í bæði kvinnukappingini og manskappingini, ikki fer at halda ársveitslu

Jóannes Hansen
22. oktober 2023 kl. 21:22

Tá ið tað gongur væl, eru ársveitslurnar hugaligar, og áhugin fyri at luttaka er stórur. Soleiðis hevur tað altíð verið, tá ið feløg hava tryggjað sær FM heitið. Eitt undantak var, tá ið KÍ vann FM í 2021. Tá var korona orsøkin til, at veitslan fyrst varð útsett og síðani avlýst.

Í fjør var KÍ ársveitsla við heilt nógvum gestum.

Í kvøld boðar KÍ frá á heimasíðuni, at tað verður eingin ársveitsla í ár. Orsøkin er tann, at meistaraliðið við monnunum er upptikið í Conference League, har síðsti dysturin í bólkaspælinum verður í Lille í Fraklandi hóskvøldið 14. desember.

Í dag var KÍ partur av málleysum javnleiki ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali. Hóskvøldið fer KÍ aftur í Gundadal. Tá verður tað í Conference League, at KÍ fer at spæla ímóti NK Olympija Ljubljana úr Slovenia  á Tórsvølli.

Heldur enn at halda ársveitslu verður skipað fyri stórum KÍ fagnaðardegi leygardagin, tá ið síðsti dystur í landskappingini verður. KÍ fer at seta punktum ímóti Víkingi, og so verða gullkrónur og FM steyp handað.

- Kappingarárið hjá okkara mansliði endar ikki fyrr enn hálvan desember, og dystirnir í bólkaspælinum krevja nógv. Tað hevur við sær, at tað ikki ber til at skipa fyri ársveitsluni í ár, og tí seta vit øll segl leygardagin, har vit fagna felagnum, okkara meistaraheitum, okkara spælarum, venjarum og øllum, sum eru um KÍ, sigur formaðurin Tummas Lervig við heimasíðuna hjá KÍ.

Neyvari skrá fyri KÍ-fagnaðardagin verður kunngjørd í vikuni, verður sagt á heimasíðuni hjá KÍ.