Tað verður eingin dystur í Gøtu í kvøld

Kappingarnevndin hevur gjørt av, at útseta hálvfinaluna millum Víking og HB í eitt samdøgur

Jóannes Hansen
22. august 2024 kl. 11:17

Tað verður eingin fótbóltsdystur í Gøtu í kvøld. Tað hevur kappingarnevndin hjá FSF gjørt av í morgun. Talan er um seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og HB. HB vann fyrru hálvfinaluna 1-0.

Orsøkin er tann, at tað verður sagt frá eitt sindur av vindi í kvøld, og ættin er soleiðis, at tað kann fara at vera ivasamt, hvussu tað verður við fótbóltslíkindunum í Sarpugerði. Dysturin er útsettur til í annaðkvøld, fríggjakvøldið 23. august, klokkan 17.30. Í annaðkvøld verður tað væl minni vindur, enn tað verður í kvøld.

Avgerðin um at útseta hálvfinaluna í eitt samdøgur ber við sær, at dystirnir hjá Víkingi og HB í 20. umfari í landskappingini vera útsettir frá mánakvøldinum og til týskvøldið. Teir dystirnir eru NSÍ – HB og B36 – Víkingur.