Tað verður alsamt dýrari at seta búgv. Sum heild eru húsaprísirnir nógv hækkaðir hesi seinastu árini. Og ein uppgeð, sum Betri Banki hevur gjørt, vísir, at prísirnir halda fram at hækka í ár.
Hóast rentan hækkaði, bæði í 2022 og í fjør, eru bústaðarprísirnir hægri í miðal í dag enn teir vóru í 2022.
Og tað er ein óvanlig gongd, siga tey í Betri Banka.
– Vanliga fella bústaðarprísirnir, tá rentan hækkar, og fólk hava færri pengar um hendi, sigur Betri Banki.
– Men tað vísir seg nú, at hóast rentan er hækkað, kvinka prísirnir framhaldandi uppeftir.
Nú kosta eini sethús í Havn fýra milliónir í miðal
Betri Bankin sigur, at gongdin bendir á, at eftirspurningurin eftir bústøðum framvegis er nógv hægri enn útboðið.
Fyrra hálvár í ár var miðal prísurin fyri eini sethús í Tórshavn, fýra milliónir og tað er seks prosent meiri enn í fjør, tá ið miðalprísurin var 3,8 milliónir.
Miðalprísurin fyri eini sethús aðrastaðni í Føroyum, var 2,1 millon fyrra hálvár í ár, samanborið við tvær milliónir í fjør. Tað er ein hækking upp á fimm prosent.
– Eftirspurningurin eftir bústøðum er veksandi og er framvegis munandi hægri enn útboðið - bæði eftir íbúðum, nýggjum og eldri húsum, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi, sum er meklaravirkið hjá Betri Banka. Hon sigur eisini, at higartil í ár hava tey selt nógv fleiri ognir enn tey høvdu gjørt um hesa tíðina í í fjør.