Næsta ár skulu tey, sum ferðast ímillum Suðuroynna og Havnina, venja seg við, at tað fer at verða nógv øðrvísi enn tað er í dag.
Herjólfur hevur siglt við farmi og tað hevur hjálpt væl. Men leigumálið gongur út á nýggjárinum og Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, ger greitt, at Herjólfur kemur ikki aftur.
Tað merkir, at Smyril skal klára allan flutningin einsamallur. Og tað væntar landsstýrismaðurin eisini, at hann fer at klára.
Hann heldur ikki, at Herjólfur er bjargingin fyri suðuroyingar. Samstundis er tað ein dýr loysn tí hann kostar 35 milliónir um árið og hann heldur ikki at tað er at brúka skattaborgarans pengar skynsamt.
Í løtuni arbeiðir Strandferðslan við at útgreina tørvin á flutningi ímillum Suðuroynna og Havnina, út í æsir.
Tað gera tey saman við vinnulívinum í Suðuroy. Tað skerst ikki burtur, at tað eru nógvir túrar, har tað eg gott pláss á Smyrli og endamálið er at býta farmin javnari ímillum túrarnar.
– Smyril hevur stóra flutningsorku og endamálið er at gagnnýta hana til fulnar, sigur Dennis Holm.
Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at ein partur av hesum er eisini at seta eina bíleggingarskipan í verk, har eisini vanlig ferðafólk, sum ferðast við bili, kunnu bíleggja sær pláss á internetinum frammanundan.
Hann sigur, at bíleggingarskipanin verður klár tíðliga næsta ár.
Tá ið hon er komin fær manningin nógv størri yvirlit yvir, hvussu nógv pláss er á biladekkinum og tað gevur heilt aðrar møguleikar at gagnnýta tað, sigur Dennis Holm.
Men hann leggur afturat, at tað er púra greitt, at fæst hetta ikki at rigga, verður málið tikið upp aftur
Tað er greitt, at tað eru serliga ávísar túrar, har tað er nógvur farmur at flyta, og ein partur av hesum er at tað skal vera eitt sindur longri ímillum komu og frá ferð á summum túrum, serliga mánadag, mikudag og hósdag.
Tað hevur verið nevnt, at tað skal vera ein hálvur tími longri ímillum komu og fráferð tí tað gevur teimum heilt aðrar møguleikar at lasta skipið.
Hinvegin verður ikki talan um at lata Smyril sigla um náttina. Tað hevur Strandferðslan staðiliga mælt frá, tí Smyril er yvaleysa hart koyrdur sum er.
Samstundis hevur Strandferðslan eisini kunngjørt, at á summum túrum hevur farmur framíhjárætt og á øðrum túrum er tað ferðafólk og bilar, sum hava framíhjárætt.
Á túrinum úr Suðuroy klokkan 17.30 hósdagar, hevur farmur framíhjárætt. Men túrarnir fríggjadag klokkan 16 úr Suðuroy, og klokkan 18.30 av Havnini, hava bilar og ferðafólk framíhjárætt. Og tað sama er galdandi fyri túrarnir sunnukvøld úr Suðuroy klokkan 17.30, og av Havnini klokkan 20.
Á túrunum av Havnini fríggjadag klokkan 13, og av Krambatanga sunnu- og halgidagar eru ofta nógvir bilar við.
Á hesum túrum verður heitt á bilførarar at vera á ferjuleguni ein til hálvanannan tíma áðrenn fráferð, tí ofta verður koyrt umboð í góðari tíð.