Tað er fínt veður, og forsøgnin sigur, at veðrið verður uppaftur betri, tá ið HB og Víkingur klokkan 18 í kvøld bresta saman í Gundadali.
Hesi bæði feløgini hava seinastu fimm árini dystast 19 ferðir – 14 ferðir í landskappingini og fimm ferðir í steypakappingini. Tøini siga, at hesi fimm árini hevur HB verið greitt omaná. HB hevur vunnið átta landskappingardystir og Víkingur fimm. Ein – tann í Gundadali fyrr í ár (1-1) – er endaður við javnleiki. Málmunurin er 28- 18 til fyrimunar fyri HB.
Í steypakappingini hevur HB vunnið tríggjar ferðir og Víkingur einaferð, og ein hálvfinala endaði við javnleiki. Í steypakappingini er málmunurin 9-5 til fyrimunar fyri HB.
Miðal máltalið í hesum 19 dystunum er 3,16.
Í kvøld snýr tað hjá HB seg um at vinna fyri framvegis at hava møguleika at vinna FM. 2-1 heimatapið fríggjakvøldið ímóti KÍ rakti meint, og eftir at KÍ í gjárkvøldið var partur av 1-1 javnleiki á heimavølli ímóti B68, iðra teir í HB seg um, at teir fríggjakvøldið ikki tóku av. Møguleikin at vinna FM er ikki burtur, men tað snýr seg eisini um at vinna fyri at halda Víkingi burtur frá møguleikanum at vinna bronsukrónurnar.
Í kvøld er dagsskráin hjá Víkingi at nærkast bronsuplássinum og trygdini fyri europeiskari luttøku næsta summar. Um HB ikki fer at vinna steypafinaluna, so verður neyðugt at vinna bronsukrónurnar fyri at vinna europeiskt atgongumerki.
Hjá HB var Teitur Matras Gestsson á beinkinum ímóti KÍ. Tað er spurningur um tíð, nær hann aftur verður í HB málinum, har Bjarti Vitalis Mørk seinastu mánaðirnar hevur vikarierað. Verjuspælarin Samuel Johansen Chukwudi og miðvallarin Ejvind R. Mouritsen eru skaddir. Fríggjakvøldið noyddist Adrian Justinussen skaddur av vøllinum, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld.
Hjá Víkingi er Signar á Brúnni skaddur. Økslin fór úr lið, tá ið Signar fyri einari viku síðani var á U-21 landsliðnum í Klaksvík og noyddist av vøllinum longu í 27. minutti. Andreas Lava Olsen hevur verið skaddur í fleiri mánaðir.
Fyrr í ár hevur HB vunnið 2-0 í Gøtu, og í Gundadali endaði tað 1-1. Í steypakappingini vann HB í Sarpugerði 2-1 eftir longda leiðtíð.
HB – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00.