Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, taka lógvatak eftir at semjan er skrivað undi
Tað varð heldur ikki verkfall á hesum sinni
Partarnir hava beint nú undirskrivað nýggjan sáttmála
Áki Bertholdsen
20. juni 2024 kl. 20:44
Tað eer nú greitt, at skipararnar og stýrimenninar á skipunum hjá Strandferðsluni, og hjá Havstovuni, fara ikki í verkfall.
Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur samráðst við partarnar í eina tíð og nú seinnapartin helt hann, at partarnir høvdu flutt seg so mikið, at hann tað var ómakin vert at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar.
Tað er nú hent, og nú í kvøld hava báðir partar góðtikið semingsuppskotið, og sostatt verður einki verkfall á hesum sinni.